Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri evropeisk og amerikansk flogfeløg gevast at flúgva til Ísraels í nakrar dagar av krígsstøðuni.

Ísraelskir myndugleikar hava stongt Ben Gurion-flogvøllin við Tel Aviv eftir at fleiri rakettir úr Gaza raktu býin.

Flúgvingin er nú flutt til Eilat flogvøllin, men mikudagin var eisini ein rakett skotin úr Gaza móti hesum flogvøllinum, men hon rakti oyðimarkarøki og gjørdi tí ongan skaða.

KLM og pólska LOT hava avlýst Ísrael-flúgvingina fyribils, meðan British Airways, Virgin Atlantic, Lufthansa og Iberia ikki flúgva í dag og í morgin.

Eisini amerikansku flogfeløgini American Airlines, United Airlines og Delta Air Lines eru fyribils givin at flúgva til Ísraels, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo