Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Vit í Føroyum kunnu smílast. Men hjá útlendska ferðamanninum, sum hevur keypt ferðaseðilin onkunstaðni úti í heimi, kann tað helst tykjast ørkymlandi.

Tí hóast vit bara hava ein flogvøll í Føroyum, og hann liggur sum kunnugt í Vágum, so er tað minni enn so altíð at hetta stendur í ferðaskránni, sum tú fært frá leitimaskinuni ella útlendska ferðasmiðinum sum hevur selt tær bilettina.

Dømið, sum myndin vísir, hevur ein føroyingur, sum kemur úr Bergen í dag, lagt út á sosialu miðlarnar.

VP hevur spurt hjá flogfelagnum, sum í hesum føri er Atlantic Airways, men har siga tey, at tað ikki er hagani skeivu upplýsingarnar koma. Heldur ikki Vága floghavn vil eiga nakran lut í ivasomu æruni.

- Tá SAS byrjaði at flúgva, stóð Tórshavn á ferðaskránni. Vit hava eisini sæð Vatnsoyrar, men Skopun hava vit ikki hoyrt um áður, sigur Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn. Hon sigur, at tey har vænta, at tað eru leitimaskinur á netinum og smáir, útlendskir ferðasmiðir, sum heilt einfalt seta skeivt navn inn, tá tey fóðra sínar skipanir.

Eitt meira álvarsamt, sum tey eisini hava sæð í Vága Floghavn, er, at tað onkuntíð er komið bland í Faro í Portugal og enska heitið hjá Føroyum, Faroe.

- Tað er fleiri ferðir komið fyri, at viðføri er farið skeivt, men vit gera altíð vart við slíkar feilir og royna at fáa teir rættaðar, so skjótt vit fáa at vita um teir, verður sagt úr Vága Floghavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo