Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Starvsmannafelagið: Økissáttmálin hjá Starvsmannafelagnum fyri flogternurnar fór úr gildi 1. november í fjør, og síðani hevur felagið ikki havt nakran leiklut á økinum, sum felag við virknum kollektivum sáttmála. Individuellu setanaravtalurnar, sum víst hevur verður til í seinastuni, hevur Starvsmannafelagið einki við at gera. Við hesum vil eg rætta onkra misskiljing, sum hevur verið í hesum máli.

Seinastu tíðina hevur nógv almenn umrøða verið um sáttmálaviðurskiftini hjá flogternununum hjá Atlantic Airways, serliga í samband við tvey umstrídd uppsagnarmál. Í hesum sambandi kunnu fólk hava fingið ta fatan, at Starvsmannafelagið framvegis hevur ein leiklut sum sáttmálapartur á økinum.

Hetta er ein misskiljing. Starvsmannafelagið hevur ongan leiklut havt á økinum síðani 1. november í fjør, tá ið kollektivi økisssáttmálin fyri flogternurnar fór úr gildi.

Eingin sáttmálaforðing longur
Starvsmannafelagið hevði í 2 ár kollektivan sáttmála fyri flogternurnar hjá Atlantic Airways.  Hettar var fram til 1. november í fjør. Sum vanligt er á føroyska arbeiðsmarknaðinum var talan um ein sokallaðan økissáttmála, t.v.s. ein sáttmála, sum er galdandi fyri øll starvsfólk á fakøkinum, sama um tey eru limir í felagnum ella ikki.

Eftir at flogternunar høvdu gjørt greitt, at tær ynsktu at gerast limur í danska fakfelagnum fyri starvsfólk í flogvinnuni, FPU og tóku seg úr Starvsmannafelagnum, avgjørdi felagið at siga sáttmálan upp við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað hendi 1. november.

Við hesum stigi trekti Starvsmannafelagið seg úr sáttmálaøkinum og lat samstundis upp fyri, at flogternunar sjálvar kunnu skipa síni sáttmálaviðurskifti eftir egnum ynski.

Síðani 1. november hevur Starvsmannafelagið sostatt ikki verið nøkur forðing fyri, at flogternurnar kundu krevja nýggjan kollektivan økissáttmála fyri Atlantic Airways. Økissáttmálin er farin úr gildi.

Limasáttmálin er óvirkin
Av tí at onkur limur framvegis var eftir í Starvsmannafelagnum tá, varð avgjørt í heyst at gera ein 1-ára limasáttmála fyri økið við innihaldi sum í gamla økissáttmálanum. Munurin á einum limasáttmála og einum økissáttmála er, at ein limasáttmáli er bert galdandi sum kollektivur sáttmáli fyri tey, sum eru limir í fakfelagnum. Ein limasáttmáli krevur limir. Og støðan er tann, at tað hevur eingin verið í fleiri mánaðir.

Síðani 1. november hava allar flogternurnar nevniliga tikið seg úr Starvsmannafelagnum, og støðan er sostatt tann, at limasáttmálin hevur ongan reellan týdning sum kollektivur sáttmáli. Sum slíkur er sáttmálin óvirkin og 1. november verður hann helst eisini formiliga settur úr gildi, tí við ongum limum hevur felagið sum vera man ongan áhuga í at hava ein slíkan sáttmála longur.

Starvsmannafelagið hevur sostatt ongan leiklut yvirhøvur sum kollektivur sáttmálapartur á arbeiðøkinum hjá flogternunum í Atlantic Airways. Og við ongum virknum kollektivum sáttmála hava Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag/Atlantic Airways ongar sáttmálabindingar hvør móti øðrum longur á hesum øki.

Individuellar avtalur
Orsøkin til, at Starvsmannafelagið kortini hevur verið nevnt í seinastuni viðvíkjandi flogternunum hjá Atlantic Airways er helst tær individuellu setanaravtalurnar, sum flogternunar í løtuni eru settar eftir. Tá ið nú eingin kollektivur sáttmáli er galdandi ella virkin á økinum hava starvsfólkini og flogfelagið sum skilst gjørt individuellar setanarsavtalur, sum vísa til limasáttmálan hjá Starvsmannafelagnum.

Hvat starvsfólk og felag avtala í individuellum setanaravtalum hevur Starvsmannafelagið einki at gera við, tíansheldur nakra ávirkan á. Starvsmannafelagið er úti av myndini sum sáttmálapartur. Talan er um persónligar avtalur, sum ikki útloysa kollektivar sáttmálabindingar ella gera Starvsmannafelagið til sáttmálapart á økinum.

Við hesum vóni eg at møguligar misskiljingar hesum viðvíkjandi eru ruddaðar av vegnum.

Uppsagnirnar
Starvsmannafelagið ynskir flogternununum og Atlantic Airways góða eydnu við at gera nýggjan kollektivan økissáttmála, sum vónandi verður góður fyri báðar partar.

Felagið harmast um uppsagnarmálini, sum hava órógvað tilgongdina í seinastuni. Vit kenna ikki innihaldið í málinum, og kunnu tí illa meta um grundarlagið, men greitt er, at tað er óheppið og ikki serliga álitisvekjandi, at forkvinnan og næstforkvinnan í Súluni missa arbeiði, samstundis sum tær royna at skipa fakøkið við kollektivum sáttmála.

Tað er okkara vón, at partarnir kunnu loysa hettar málið í sátt og semju, og at vit skjótt aftur fáa skipaði viðurskifti við kollektivum sáttmála á arbeiðsøkinum hjá flogternunum hjá Atlantic Airways.

Góða eydnu við samráðingunum!

Súni Selfoss, formaður
Starvsmannafelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo