Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nú risastóru projektini floyma inn yvir land og fólk, er trýstið á kommunala geirðan øgiligt, at planleggja soleiðis, at alt ikki endar í hurlivasa.

Hóast kommunurnar hava einfalt og sterkt amboð, byggisamtykt og bygdaplan, at brúka til skipan av bygdum og býum, koma stóru projektini ofta óvart á.

Serliga stendur Havnin fyri skotum, tunnilsmunnin við Hvítanes er øgiligur, fyri áður so hugnaliga Hvítanes og útbyggingin av Tórshavnar Havn melur helst sum marran í høvdinum á mongum havnaborgara.

Størst er trýstið á Havnina sjálvandi, men eisini úti um landið, er tørvur á skynsamari planlegging, okkum øllum til frama.

Virkið á Tvøroyri kravdi sítt, men vit eiga eisini at hugsa okkum um, tá tað ræður um tey sokallaðu betru projektini.

Varð ikki betur at Bank Nordik við síni fantastisku staðseting í Havn, var ein “Perla” sum í íslandi, har alt fólkið hevið sína dagligu gongd. Liggur “ Heimið við Vágna” nú skilabest uppá langs framvið og fyri sethúsunum í Klaksvík. 

Er tað ikki eitt sindur riski at byggja eini bygdaráðshús sum brúgv yvir stóru ánna í Gøtu. Spennandi, jú so er, men um nú øll bý- og bygdaráðini gera tað sama? Eru áirnar ikki meistaraverk í sjálvum sær.

Ongin sigur tað skal vera lætt og tað mesta verður gjørt í góðari meining. Men ein sum ber av øllum er nýggi terminalurin á flogvøllinum í Vágum. Her varð skilagóð planlegging kend, men ikki fylgd.

Í 90’unum varð undirritaði partur av einum toymi, sum gjørdi ein sokallaðan dispositionsplan yvir flogvallaøkið. Við í toyminum vóru SLV – Statens luftfartsvæsen – ráðgevar her heiman, Landsverk og Sørvágs Kommuna. Altso í stóran mun somu aktørar sum 20 ár seinni eru við til at byggja terminalin.

Dispositiónsplanurin hevði ein skilagóðan leist við atliti til bestu nyttu av vallaða lendinum millum landsvegin og flogvøllin. Við munna har, sum nýggi terminalurin nú liggur, vóru avsett standipláss til flogfør nakað niðan. Sum karmur um tey, framvið báðum síðum og eftir síðuni, javnfjart landsvegnum,  vóru avløgd byggiøki til terminal, hangarir og hallir til møguligan vørðuflutning v.m.

Nýggi terminalurin er sum nevnt lagdur við munnan av hesum økið, og liggur nú sum stórur klettur og forðar fyri allari bygging og harvið menning av Vága Floghavn. 

Tað er sigandi fyri støðuna, at nú Atlantsflog kannar møguleikarnar fyri bygging av nýggjum hangari, kann staðfestast at smogan, millum verandi hangar hjá Atlantsflog og nýggja terminalin er 36 metrar, meðan veingjabreiðið á verandi flogførum hjá Atlantsflog er 34 metrar, also!

Den går bare ikke!

Alternativið til bygging, er frá hangarinum og eystureftir framvið sjálvum flogvøllinum. Tey sum kenna lendið her koma skjótt til ta niðurstøðu, at tað, at fylla upp her, kostar kassan.

Fakta er, skilabesta og kostnaðarminsta loysnin til framhaldandi bygging er, at taka partar av nýggja terminalin niðuraftur,  so aftur kann byggjast eftir áður lagda dispositiónsplaninum.

Fyri at tryggja haldbarar loysnir, eisini á flogvøllinum, vilja vit, í samstarvi við avvarðandi partar, gera nýggja byggiætlan fyri flogvallaøkið, sum skal takast við í byggisamtyktina fyri Sørvágs Kommunu.

Listi A í Sørvágs kommunu.
Jákup á Stongum

Ps. Viðvíkjandi útbyggingini av Tórshavnar Havn eri eg komin til tað merkverdigu niðurstøðu at rættast er at byggja tað stóra, altso tað ordiliga stóra projektið, fullt út. Rætt er at tað gongur út yvir sýnið frá Skansanum, men mangur søguligur havnaportalur liggur í dag umgirdur av landi, so langt eyga ber. So galið verður tað ikki í Havn. Mín niðurstøða byggir mest á, at onkrastaðni skal stórhavnin liggja og nú meginparturin verður bygdur kortini, fæst mest burturúr at byggja fult út og so sleppur annað landslag og lendi, undan at standa fyri skotum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo