Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Stórur tíðindaflutningur varð borðreiddur í miðlunum tann 25-06-2019. M.a. varð sagt, at fyri fyrstu ferð nakrantíð hava føroyskir myndugleikar løggilda okkara egnu Altarbók. Fram til 2007 var Fólkakirkjan undir donskum málsræði, og tí vóru tað umboð fyri danska kongsríkið, sum løggildaði Altarbók, Ritualbók og Sálmabók í Føroyum. Eftir yvirtøkuna er tað uppgávan hjá løgmanni at løggilda Altarbók Føroya.

Fløkjan og villleiðingin í øllum hesum er tann, at tað finnist einki sum eitur ”føroyskir myndugleikar.” Tá politikkararnir í Føroyum ikki duga at skilja hvat tað er sum teir arbeiða undir, og bispur ikki hevur ánilsi fyri hvat hann stendur og vassar í, tá er fløkjan og villleiðingin fullkomin. Hvat meini eg so við hesum? Jú, sakin er bara tann, at føroyska landsstýrið hevur bundið seg til at arbeiða undir og eftir heimastýrislógini og sum aftur er undir donsku grundlógini á ein fløktan hátt eisini, men ta fløktu støðuna skal eg ikki taka við í hesum innleggi.

Men hvat er heimastýrislógin so fyri ein stødd?

Fyri at siga hetta beint fram, so letur Danmark einki vald til Føroya við heimastýrislógini. Heimastýrislógin er ein kommunal skipan sum hevur fingið lóggávuvald og gerðarvald delegerað. Og hvat hevur tað so at týða? Jú, hetta hevur tann týdning, at hon virkar umboðandi eina valdskipan (einavaldsskipan) fyri eitt annað ríki, sum sjálvsagt er Danmarkar ríki - tað vil so aftur siga, at føroyska umboðandi fólkaræði er eitt einaveldisræði, og tað er hvat ið heimastýrislógin altíð eigur at minna fólkið um! Um ein leitar eftir heimastýrislógini í donskum lógarverkum, so er hon at finna parkera í lógarsavninum hjá Karnov undir kommunulógum. tvs., donskum kommunulógum. Altso, einki føroyskt harí.

Hetta samsvarar eisini við tað sum danska grundlógin sigur: ”Kommunernes ret til under statens tilsyn selvstændigt at styre deres anliggender ordnes ved lov.” § 82. (Rætturin hjá kommununum til - undir eftirliti av statinum // donsku stjórnini - sjálvstøðugt at stýra teirra viðurskiftir, verða skipaði við (danskari) lóg! - og so er líkamikið um hon er orðað á føroyskum. Hon verður ikki minni donsk fyri tað. - §82.

Altso ”under statens tilsyn!” ”Undir eftirliti av statinum // donsku stjórnini!

Eitt klárt dømi um hetta sóu vit, tá bankagølurnar floreraðu fyrst í 90’unum, tí at tá vóru Føroyar settar undir ”administratión” (fyrisiting). Tvs., at tá komu danir upp til Føroya at rudda upp ella rættari sagt, at fjala alt snýti, fuppi, svindli og bedragaríi ið tá gekk fyri seg, meðan føroysku politikkarnir vóru hongdir uppá ein knaga meðan donsku ministararnir feiaðu alt svikið inn undir tann reyða, royala løbarin fyri at bjarga síni egnu rumpu.

Fólk duga ikki at skilja hetta, at hesi hugtøkini sum brúkt verða, tvs. at yvirtaka ella at heimtaka eitt mál frá DK, ger ikki hetta til nakað føroyskt mál yvirhøvur. Tað sum hendir tá landsstýrið annaðhvørt yvirtekur eitt mál ella heimtekur eitt mál frá DK, so verður bert administratiónin av málinum flutt frá DK og til FO, men málið er framvegis danskt. Munurin er bara tann, at fyrr varð málið umsitið av dønum frá Danmark av, men nú verður málið umsitið í Føroyum av ”danaføroyingum”, men málid er framvegis danskt og ikki føroyskt. Skemtiliga kann ein lýsa hetta soleiðis, at um ein djórahandlari innflytur eina apu frá Afrika og til Danmark, so verður apan framvegis afrikonsk allíkavæl og ikki donsk.

"Føroyska heimaræðið er avmarkað, tvs., Heimastýrið hevur lóggávuvald og umboðsvald viðvíkjandi teimum økjum, sum hoyra undir hetta stýri. §4 í heimastýrislógini." - Og hesin tekstur sigur meir enn alt.

Ein skal leggja til merkis, at har stendur "lóggávuvald og umboðsvald" (tí at heimastýrislógin er jú ein delegatiónslóg). Hetta vil aftur siga tað sama sum longu er nevnt, at lóggávuvaldið ikki kann standa einsamalt, men er tengt at umboðsvaldinum. V.ø.o. merkir hetta, at løgmaður og bispur eru persónar sum framáhaldandi eru umboð fyri danska kongsríkið. Tí er tad eg kalli løgtingið og landsstýrið fyri ”danaføroyingar” av teirri simplu grund, at løgtingið og landsstýrið (og bispur) eru hetta sum rópt verður fyri ”ein donsk delegatión!” Tvs., ein donsk sendinevnd í kongsins navni!

Og ormurin var snildari enn øll onnur dýr á markini. - Og tað snilda hjá dønum liggur herí, at um nú tað vóru innbornir danir sum myndaðu hægstu sessirnar í Føroyum, so høvdu veljararnir gjørt tað dundrandi vrøvl, men so funnu teir nakrar føroyingar sum vildu lata seg fylla við donskum innmati, og tá bar til. Tí nú sær skrævan føroysk út, men innmaturin er framvegis perudanskur. Tvey dømir kunnu nevnast her, tvs., Føroya Rættur og Føroya Politi. Skrævan og orðini eru føroysk, men innmaturin er perudanskur. Heimasíðulinki hjá Føroya Rætti eitur "fo.domstol.dk"

Tí eru hesi tíðindir tað reina propagandastoff. Fólk kunnu øsa seg sum tey hava hug til, men hetta eg leggi fram her, eru sólaklár fakta! Og eg skal enda hetta innleggið við próvførslu um, at hetta er so sum eg sigi her.

Ì byrjanini av hesum innslagi endurgav eg brot úr miðlastoffi m.a. soleiðis, at fram til 2007 var Fólkakirkjan undir donskum málsræði. Men einki varð sagt um støðuna eftir 2007. Men sjálvsagt er fólkakirkjan framvegis undir donskum málsræði eftir 2007 sum eg jú havi avdúkað í øllum hesum. Tá babsarnir yvirtóku fólkakirkjuna í 2007 (Jógvan á Lakjuni), so varð sagt, at nú var fólkakirkjan føroysk burturav. Men eins og nú, so var tað eisini ein lodrøtt lygn tá. Og hví sigi eg so? Jú, tann avdúkingin kemur her.

Eg havi ikki frætt um nakra grundlógarbroyting enn av tí donsku grundlógini. Og hvat halda fólk so at tann danska grundlógin hevur at siga?

Jú, tann allar fyrsta paragraffin sigur: ”Denne grundlov gælder for alle dele af Danmarks Rige.” §1 Tí eigur ein at spyrja seg sjálvan, eru Føroyar ein partur av Danmarkar ríki?

Og næsta avdúkingin er: ”Den evangelisk-lutherske kirke er den danske folkekirke og understøttes som sådan af staten.” §4

Altso, har stendur, at fólkakirkjan er tann danska fólkakirkjan og fær sín stuðul sum soleiðis frá danska statinum. Altso tann í Føroyum er framvegis donsk og ikki føroysk burturav, sum tað nú á propagandaistiskan hátt verður ført fram.

Og prosessin til at broyta eina grundlóg er sera torfør, men hon er so ikki enn gjøgnumførd, og tískil er føroyska fólkakirkjan framvegis ein fult intigreraður partur av tí donsku fólkakirkjuni og als ikki føroysk sambært grundlógini tí donsku. Og ikki á nakran hátt hevur hon tað uppiborið at kallast fyri evangelisk. Og at kalla hana lutherska fyrikemur mær sera misvísandi, tí at fólkakirkjan hevur skrotta bíbliutýðingina hjá Luther og brúkar hana als ikki.

Tíverri Føroyar, men tú er ein stór fløkja, men Kristus hjálpti mær burtur úr henni, tvs., tí fløktu fólkakirkjuni og sum jú er ein av mongu døtrum katólsku kirkjunnar. (Jóh. Opinb. 18:4).

Ein kirkja sum lýgur og ikki sigur sannleikan, er ikki ein kirkja sum Kristus hevur plantað. Men hvat sigur skriftin um eina slíka plantu? (Matt. 15:13).

P.S.: Danska grundlógin rangerar yvir heimastýrislógini. Av tí sama er §4 í donsku grundlógini endaliga avgerðandi í einum slíkum máli. Sokallaða føroyska fólkakirkjan er framvegis perudonsk á øllum økjum.

"En dårlig kopivare!"

Símun A. Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo