Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í.S.F.: Leiðslurnar í politisku flokkunum – forkvinnan í Framsókn og formenninir í hinum flokkunum – vóru í dag á fundi við ÍSF, har partarnir viðgjørdu trongu fíggjarstøðuna hjá føroyskum ítrótti. Tað var á aðalfundinum hjá ÍSF 30. mai í ár, at ÍSF-forsetin gjørdi greitt, at stuðulin til sambondini minkar 11 prosent, um játtanina til ítróttin ikki økist minst 1,5 milliónir krónur í 2021.

- Tað er okkara fatan, at floksleiðslurnar skilja trongstøðuna hjá ítróttinum. Tað er eisini okkara vón, at flokkarnir hugsa um, hvussu teir í einari breiðari semju kunnu spenna eitt fíggjarligt trygdarnet undir føroyskan ítrótt, tí sum samfelag hava vit ikki ráð at niðurlaga ítróttin, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Korona-kreppan hevur harumframt havt við sær, at færri hava spælt við í Danske Spil seinasta hálva árið, og tí minkar stuðulin til føroyskan ítrótt frá Sp/f Ítróttavedding, helst uppaftur meira.

- Støðan er so mikið álvarsom, at ítøkilig stig skulu takast skjótast gjørligt, um ítrótturin ikki skal verða fyri einum álvarsligum bakkasti, har tað verður trupult hjá føroyska ítróttaheiminum at fóta sær aftur. Men, sum sagt, so eru vit vónrík eftir fundin við politisku flokkarnar í dag, staðfestir Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo