Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 22. juli 2017 hittast “gamlir” næmingar, sum fóru í 1. flokk í Klaksvíkar Skúla í 1957.

Við tað, at farin eru 60 ár síðani 111 klaksvíksbørn fóru í skúla fyri fyrstu ferð í august 1957, hittast tey aftur í heimstaðnum. Fyrireikararnir hava valt at skipa eina almenna minningarløtu fyri teimum, ið ikki eru millum okkum longur, úti í Grøv.

ALMENT minningarhald verður úti í Grøv leygardagin 22. juli 2017 kl. 11. 00. Øll eru vælkomin.

Tey, sum eru farin, eru hesi:

Trúgvi Ragnarsson, * 31.01-1950 † 14.03-2012 – 62 ára gamal
Heini S. Jacobsen, * 31.08-1950 † 27.03-2006 – 56 ára gamal
Amund Danielsen, * 29.10-1950 † 03.01-2016 – 66 ára gamal
Rólant Høgnesen, * 22.04-1950 † 25.06-2007 – 57 ára gamal
Símun J. Sivertsen, * 03.06-1950 † 01.08-2002 – 52 ára gamal
Erling Joensen, * 25.03-1950 † 29.10-2008 – 58 ára gamal
Jaspur L. Svøðstein, * 04.11-1949 † 04.06-2002 – 53 ára gamal
Dánjal Jákup Olsen, * 12.12-1949 † 01.03-1977 – 28 ára gamal
Sigurd A. Andreasen, * 27.12-1948 † 24.01-1998 – 50 ára gamal
Sam Høgnesen, * 04.07-1950 † juni – 11.06-2007 – 57 ára gamal
Walter Bjartalíð, * 20.04-1950 † 05.09-1997 – 47 ára gamal
Sólrun N. Thomasen, * 14.11-1950 † 27.10-2016 – 66 ára gomul
Elinborg Thorsteinsson, * 31.12-1950 † 29.08-2015 – 65 ára gomul
Jan Ellebye Andersen, *16.11-1950 † 15.06-2017 – 67 ára gamal.

Níggju av fjúrtan eru grivin í kirkjugarðinum úti í Grøv.

Skráin fyri minningarhaldið, sum byrjar leygardagin 22. juli 2017 kl. 11. 00 er henda:

Ísak Mikladal bjóðar vælkomið og greiðir frá
Sálmur
Lisbeth S. Michelsen, prestur heldur minningarrøðu
Bøn
Sálmur
Takk fyri
Leggja blómutyssi á gravirnar hjá teimum, sum eru grivin úti í Grøv.

----------

Blíðar heilsur,
f. Fyrireikingarbólkin

Lasse Klein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo