Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

í flóttarfólkalegum í norðurafrikanska landinum Libya verða ógvuslig brot framd á mannarættindini, stendur í nýggjari ST frágreiðing, sum verður løgd fram í vikuni.

Millum annað stendur at lesa um eina kvinnu, sum javnan noyddist at lata vaktirnar neyðtaka seg, fyri at hon kundi fáa mat og vatn til seks mánaða gomlu, sjúku dóttrina.

Hetta er ikki fyrstuferð at frágreiðingar sum henda umrøða álvarslig brot á mannarættindini sum verða framd aftur og aftur í flóttarfólkalegum, sum síðani 2016 hava hýst flóttarfólki úr fleiri afrikanskum londum, sum royna at koma sær til Europa.

Róð verður framundir, at bæði myndugleikar og eitt nú sjóverja vita um ágangin, og í summum førum kanska enntá eru við til at fremja hann.

Júst libiska sjóverjan fær stuðul frá ES og Italia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo