Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Mikudagsfilmurin í Filmsfelagnum 7. juli er danski animeraði heimildarfilmurin, Flugt.

Nýskapandi og ummælararósti filmurin er um 36 ára gamal Amin, sum hevur góða útbúgving og er í tryggum starvi.

Heimurin stendur ljósur og opin, men tá Kaspar, sum hann í mong ár hevur hildið saman við, skjýtur upp, at teir báðir skulu giftast, verður hann gripin av ótta.

Eingin kennir søguna hjá Amin. Skal hann tora at liva lívið fult út, so noyðist hann at gera upp við tað loyndarmál, ið Amin sum barn fekk boð um aldri at siga nøkrum.

Í meir enn tjúgu ár hevur hann borið hetta loyndarmál.

Uppgerðin við fortíðina leiðir Amin aftur til eydnurík barnaár í 1980’unum í Kabul í Afganistan, har Take on Me hjá A-ha hoyrist í einum walkman og Jean Claude Van Damme hongur á vegginum í dreingjakamarinum.

Men Amin verður eisini førdur inni í náðileysa borgarakríggið, sum avskeplar trygga og kærleiksfulla gerandisdagin, og verður ein vígvøllur, ið syndrar alt húskið, so einki er eftir.

Kríggið sendir 11 ára gamla Amin á eina vandamikla ferð, sum varir í fimm ár, til hann einsamallur er komin til Danmarkar.

Leikstjórin, Jonas Poher Rasmussen, møtti Amin í 1990’unum, tá hann kom til lítla vestursælandska býin, har Jonas búi.

Animeraði heimildarfilmurin, Flugt, varð frumsýndur á Sundance Film Festival í ár, har hann vann World Cinema Grand Jury Prize. Flugt vann eisini Dragon Award sum besti norðurlendski heimildarfilmur á filmstevnuni í Göteborg í ár. Nýggjasta virðislønin er Annecy Film Festival í Suðurfraklandi, har Flugt vann høvuðsvirðislønina. IndieWire heldur í ummæli, at danski filmurin Flugt fer at fáa minst eina Oscarvirðisløn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo