Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit hava Teistan, sum røkir hesa farleiðina sera væl við góðari manning - eitt gott skip.

Men øll vita, at Teistin ikki fer at megna hetta einsamallur.

Tá Vágatunnilin varð gjørdur, sigldu tvey skip ‘’pendul’’, og eisini tá Norðoyartunnilin varð gjørdur, vóru tað tvey skip, ið røktu siglingina.

Í okkara føri, nú tað er nógv ferð á í Sandoynni, heldur man politiskt, at ferðslan um fjørðin kann ganga sum vanligt.

Tað er ógjørligt!

Virksemið við Sandoyartunlinum gongur við fullari ferð, so longu nú sær man stórar maskinur, betong bilar og lastbilar í stórum tali.

Dalstunnilin, har er tað sama lagið. Arbeiðið er byrjað, tíbetur!

Og síðani, arbeiðið sum Bakkafrost skal gera í Skálavík.

Alt hetta eru vit í Sandoyar sýslu so glað fyri, ein menning sum vit ikki kunnu verða fyri uttan.

Men Sandoyggin hevur eisini eitt vinnulív, og um vit ikki fáa ført fisk til flakavirkið í Skopun, so hava vit ein stóran trupulleika.

Eisini hava vit Lívfiskastøðina sum hevur tørv á nógvum flutiningi, og ikki at gloyma Grótvirkið, og nógvar aðrar fyritøkur í Sandoynni, sum so sanniliga eisini hava tørv á at fáa flutning aftur og fram, og fólk annars sum skulu við bili um fjørðin í ymiskum ørindum.

So mín hjartans meining er, at Løgtingið eigur at vísa Sandoyar sýslu ta virðing, at eitt skip verður sett í sigling afturat, tí tað ganga fýra ár, til koyrandi er ígjøgnum Sandoyartunnilin.

So ongantíð ov skjótt at skaffa eitt skip, ið kann røkja siglingina um Skopunarfjørð saman við Teistanum.

Gerhard Lognberg
Valevni fyri Sambandsflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo