Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit fóru úr Southampton 8. desembur við 30.000 tonsum av bensini og komu til Walvis Bay í Namibia morgun. Eftir at hava siglt 5 dagar, gjørdu vit ein lítlan steðg í Las Palmas, har 3 filipinar fóru í land og 5 aðrir komu umborð. Seinasta árið hevur korona-smittan gjørt manningarskiftini trupul, og reiðaríið má passa sær løgir og skifta so nógv fólk sum til ber, tá møguleiki er fyri tí. Í vár, tá flestu heimsins lond settu strong innferðarkrøv í gildi, vóru nakrir føroyskir og danskir starvsfelagar hjá okkum umborð á einum øðrum skipi hjá reiðarínum Norden í næstan 6 mánaðir, sum er meiri enn tvífaldur túrur.

Veðrið á túrinum hevur verið gott. Sjógvurin í Biscaya-víkini er tiltikin ringur, men tað bilti als ikki hesaferð hóast hávetrartíð, og vit smoygdu okkum suður um Finisterre-høvdan á iberiska útnyrðingshorninum í øllum góðum. Sunnanfyri Portugal byrjaði sólin at kaga fram, og vit kendu rættiliga hitan í luftini. Koronaárið 2020 man fyri flestu føroyingar fara í søguna sum árið, har tey vóru noydd at sita á rókini – kanska fyrstu ferð nakrantíð. Men tú fær nógvar gistingar í Havn fyri eina sparda uttanlandsferð – og tað man hava munað væl hjá føroysku ferðavinnuni í ringu støðuni.

Sum vit nærkaðust ekvator, vaks hitin í sjónum støðugt, og um ekvator kom hann uppá 31 stig. Tá var lagamanni at fylla sjógv í svimjihylin aftanfyri brúnna, og eftir loknan arbeiðsdag liggja og damla eina løtu áðrenn nátturða. Er hitin omanfyri 30 stig, so er minsti hiti í maskinrúminum stívliga 10 stig hægri, tí motorar og kompressarar geva nógvan hita frá sær. Tá er svimjihylurin góður.

Tíbetur var kósin suðureftir langt til havs vestanfyri Guinea-víkina, har sjórænarar javnan gera um seg. Tað er næstan ikki vika, at vit hoyra um skip, sum verða álopin av sjórænarum. Serliga er tað uttanfyri Nigeria, at sjórænarar taka gíslar og royna at fáa loysigjald frá reiðaríunum. Reiðarí og manningarfeløg gremja seg og vilja hava ES og onnur lond at senda herskip at styggja sjórænararnar burtur, men onki hendir. Orsøkin man – sum so mangan – verða ósemja um, hvør skal gjalda. Londini siga seg heldur vilja rinda myndugleikunum í Nigeria fyri vaktarhald við skjóttgangandi bátum at forða fyri álopum. Men trupulleikin er, at eingin veit, hvør er í parti við hvørjum. Innanhýsis klandur og stríð og eitt kavrotið samfelag, har ómetalig virðir - við hjálp frá teimum størstu altjóða fyritøkunum - enda á fáum hondum, bøtist ikki uppá frá degi til dags.

Meðan vit nærkaðust Namibia, fingu vit dagliga at vita útlitini fyri, um vit sleppa inn at lossa lastina beinanvegin, ella vit skulu bíða fyri akker í ein ella fleiri dagar. Í seinastu viku komu eisini boð um, at vit ikki skulu lossa alla lastina í Walvis Bay, men halda leiðina eysturum til Mosambik og lossa seinastu tonsini í Maputo. Av tí at vit vóru frammi jólamorgun, gjørdu vit av at framskunda jólaaftansdøgurðan til 22. desembur og síðan at halda frí tollaksmessudag. Til sjós er tað bert ein praktiskur spurningur, tí tað órógvar ongan annan, hvussu vit skipa okkum, so leingi skipið heldur ferð og kós.

Vit góvust at arbeiða á middegi og klokkan trý byrjaði jólaskráin við bingo í offisersmessuni, og manningin fekk jólapakkar, sum vit høvdu skavað saman burturúr tí, sum við høvdu við hondina – her eru ongir bleytir pakkar við hosum og vøttum. Og kokkurin er góður, hann dugir síni ting. Hann er filipinari og hevur verið í reiðarínum í 30 ár og gjørt nógvar danskar jóladøgurðar. Í offisersmessuni fingu vit dunnu og fleskasteik og mandlurís omaná. Á borðinum í messuni hjá filipinarunum lá ein heilur væl steiktur grísur og gløddi - prýddur við grønmeti og einum reyðum súrepli í munninum. Líka so væl sum vit skulu hava ræst kjøt og dunnu á jólum, so skulu teir hava heilsteiktan grís.

Jólaprovianturin verður keyptur í góðari tíð, og reiðaríið sendur altíð tvær dósir við heimabakaðum piparnøtum og piparkøkum umborð. Hesaferð fingu vit dósirnar umborð í Southampton, men viðhvørt koma tær ikki fyrr enn eftir nýggjár.

Í skrivandi stund sær út til, at vit skulu bunkra í Port Elizabeth í Suðurafrika gamlaárskvøld ella nýggjársdag. Vit fáa at síggja. Verður neyðugt hjá okkum at flyta nýggjársdøgurðan eisini – so gera vit bara tað.

Familju, vinum, kenningum og øllum føroyingum verður ynskt eini gleðilig jól.

Bestu heilsur frá Kenneth Rasmussen og Petur Mohr umborð á Nord Sustainable.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo