Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Í vikuni hoyrdi eg frá einum vinmanni, at í Grønlandi brúka tey ofta og títt vendingina flyfrisk um mjólk, sum er nýflogin úr Danmark, og tí kostar hareftir. Annarleiðis er við hinari bíligaru long-life mjólkini, sum er viðgjørd at halda sær longri, júst so sum vanligi brúkarin á staðnum í størri mun ynskir.

Nakað sum í Íslandi, har tey settu skelti í kioskvindeygað, tá nýggj donsk vikubløð vóru komin og áskriftin tí segði Ný dönsk, sum eisini bleiv navnið á einum vælumtóktum orkestri har í landinum. Ný dönsk.

Herheima er í sama handilsliga høpi vanligt at siga: Nýggj vøra heimkomin!

Men tá eg hoyrdi orðingina flyfrisk í grønlendskum høpi, skilti eg, at týdningurin hevur flutt seg frá handilshillunum til HR økið, tá umræður at fáa nýtt fólk í almenna geiran og fremsta oddin í privata vinnulívinum.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo