Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í hesum sambandi hevur FLYTA eisini keypt tveir av stóru lastbilunum hjá Høj, so fyritøkan framyvir kann bjóða fjølbrottari vøruflutning. Umframt bilar, eru eisini dugnalig starvsfólk, sum áður hava verið knýtt at Høj Flutningi, nú komin í arbeið hjá FLYTA.

- Vit eru glaðir fyri hetta keypið, sum gevur okkum nýggjar møguleikar, og gevur okkum møgleika at bjóða okkara kundum eina enn betri tænastu. At vit samstundis fáa dugnalig starvsfólk og vitan við, er eitt stórt pluss fyri okkum. Við tveimum bilum afturat, hava vit ymsikar støddir til ymisk endamál, og tað er avgjørt til gagn fyri kundar okkara, sigur Jógvan Skorheim, stjóri.

Tað var í mars í fjør, at FLYTA keypti tað sum tá æt Klaksvíksleiðin, og síðani tá er fyritøkan alsamt voksin. Høj Flutningur heldur fram við lastbilaverkstaðinum á Strondum og hava framhaldandi fleiri bilar til onnur endamál.

- Hetta var náttrúligt hjá okkum nú, hóast vit hava verið í júst hesari vinnuni í rættiliga nógv ár. Vit hava tó nógv annað virksemið eftir eitt nú kránabilar, trailarar, lastbilaverkstað og Sandoyarleiðina, sigur Eliesar Fróði Høj, stjóri á Høj Flutningi.

Yvirtøkudagurin var mándagin 8. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo