Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Mánadagin 15. juni letur Flytingargluggin hjá Fótbóltssambandi Føroya upp aftur, og verður opin næstu seks vikurnar, til mánadagin 27. juli, klokkan 16:00.

Upprunaliga skuldi Flytingargluggin lata aftur fríggjadagin 10. juli, men vísandi til fráboðan frá FIFA um møguleikan at broyta tíðarskeiðið vegna korona, hevur FSF tikið avgerð um, at Flytingargluggin í staðin letur aftur mánadagin 27. juli.

Flytingargluggin hjá FSF er opin tvær ferðir um árið, og kann vera opin í 16 vikur tilsamans. Og av tí at Flytingargluggin fyrr í ár bert var opin í 10 vikur, frá 8. januar til 13. mars, var møguligt at leingja seinna tíðarskeiðið við tveimum vikum.

Flytingargluggin er galdandi fyri allar spælarar, 15 ár og eldri, og kunnu hesir skifta felag í tíðarskeiðnum, tá Flytingargluggin er opin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo