Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Talvsamband Føroya: Hetta vikuskiftið verður telvað um FM-heitið í snar- og kviktalvi. Ikki fyri 2022, men 2021. Korona hevur lagt meinbogar í vegin, soleiðis at kappingin var ongantíð hildin í fjør. Seinni í ár verður so kappingin fyri 2022 hildin.

Í dag verður telvað um meistaraheitið í snartalvi, í morgin er kviktelvingin fyri. Reglurnar áseta, at til snarkappingina eru tríggir minuttir umframt tvey sekund fyri hvønn leikin í part til talvið. Til kvikkappingina eru tíggju minuttir umframt fimm sekund fyri hvønn leikin í part til talvið. Ellivu umfør eru í alt hvønn av døgunum.

Telvað verður á Finsen í Havn. Byrjað verður klokkan 13. báðar dagarnar. Peningavirðislønir verða latnar teimum fremstu.

Allur toppurin við
Luttøkan er góð. 49 telvarar fara at kappast seinnapartin.

Toppurin møtist. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er við, sama er føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen og bróðirin Rógvi - hesir mynda topp 3 í føroyskari telving. Aðrir, ið nevnast kunnu, eru Martin Poulsen og Luitjen Akselsson Apol.

Seinasta FM-kappingin í snar- og kviktelving var á Toftum í 2020. Tá spældi soleiðis av - tíggju teir fremstu vóru hesir:

FM í snartalvi 2020

1 Helgi Dam Ziska, HT 11 stig

2 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 10

3 Olaf Berg, HT 8

4 Martin Poulsen, HT 6½

5 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 6½

6 Luitjen A. Apol, HT 6½

7 Sjúrður Thorsteinsson, HT 6½

8 Finnbjørn Vang, KTF 6

9 Carl Eli N. Samuelsen, HT 6

10 Andrias Danielsen, TT 6

FM í kviktelving 2020

1 Helgi Dam Ziska, HT 8 stig

2 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 7½

3 Olaf Berg, HT 6

4 Hans Kristian Simonsen, KT 6

5 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 6

6 Martin Poulsen, HT

7 Flóvin M. Tummasarson, KTF 6

8 Margar Berg, HT 5½

9 Eyðun Nolsøe, KTF 5

10 Heðin Gregersen, KTF 5

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo