Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Badmintonsamband Føroya: Sum siðvenja er skipaðu Badmintonsamband, Borðtennissamband og Judosamband Føroya fyri felags Kontrast FM finaludegnum hetta vikuskiftið. Í badminton vóru innleiðandi umførini leikt í badmintonhøllini í Havn hósdagin og Dýrabiðidag, meðan sjálvar finalurnar blivu leiktar í Hoyvíkshøllini leygardagin.

15 ára gamla Eira føroyameistari í mix
Í finaluni í blandaðum tvímansleiki vunnu Fai Yin Wong og 15 ára gamla Eira Asbjørnsdóttir Petersen úr HBF á føroyameistaraparinum frá í fjør, Miriam í Grótinum og Rúna Øster, eisini úr HBF. Fai Yin Wong er leikandi høvuðsvenjari hjá HBF, har hann hevur starvast í 3 ár, harumframt er Wong eisini hjálparvenjari hjá landsliðnum. Á gallaveitsluni leygarkvøld bleiv Eira eisini heiðra sum ársins stjørnuskot 2021/22, har 13 ára gamli Beinir Weihe eisini fekk sama heiður hjá drongjunum.

Bronsuna í blandaðum tvímansleiki vunnu Mia Thorkildshøj/Magnus Dal-Christiansen (HBF) og Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF)/Magni Jóhannsson Hansen (ÍF).

KBF endurvann gull í tvímansleiki kvinnur
Tær báðar Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen úr KBF endurvunnu gullsteypið í finaluni í tvímansleiki fyri vaksnar kvinnur, har tær sigraðu á Miriam í Grótinum og Julionnu í Heiðunum úr HBF. Bronsuna vunnu Sissal Thomsen/Adhya Nandi (HBF) og Sanna Thorkildshøj/Mia Thorkildshøj (HBF).

Ungu havnarmenninir sigraðu á teim gomlu
Í mansfinaluni var stórur spenningur, har garvaði Erland Poulsen, 44 ár, og Fai Yin Wong, 28 ár, møttu Rúna Øster og Magnus Dal-Christiansen, eisini úr HBF. Í trimum settum vunnu ungu havnarmenninir tó ein ruddiligan sigur til síðst. Rúni Øster bleiv eisini kosin til ársins leikara hjá monnum fyri 2021/22. Bronsuna vunnu Aksel Poulsen/Magnus Gaard (HBF) og Árant á Mýruni (MBF)/Ári Miné Jacobsen (KBF).

18 ára gamla Miriam í Grótinum vann trygt
Í einmansleiki hjá vaksnu kvinnunum vann silvurvinnarin frá í fjør Miriam í Grótinum (HBF) trygt í tveimum settum á Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF). Bronsuna vunnu Adhya Nandi (HBF) og Sanna Thorkildshøj (HBF). Miriam bleiv av landsliðsvenjarunum kosin til ársins leikara hjá kvinnum fyri 2021/22.

Sandavágsmaðurin Árant á Mýruni vann gull
Finalan hjá vaksnu monnunum var ímillum Jónas Djurhuus (HBF) og Árant á Mýruni (MBF), har Árant vann í tveimum settum, sum tó vóru spennandi. Bronsuna vunnu Magnus Dal-Christiansen (HBF) og Rúni Øster (HBF).

Á viðfestu myndum síggjast heiðursmerkjavinnararnir á sigurspallinum, har tey fingu handa steypini frá ávíkavist Kára Dal-Christiansen frá KONTRAST, Heðin Mortensen, borgarstjóra, og Johnny í Grótinum, formanni í Badmintonsambandi Føroya. Kringvarp Føroya sjónvarpaði frá finalunum í einamansleiki hjá bæði kvinnum og monnum, hesar upptøkur eru tøkar á heimasíðu kringvarpsins, www.kvf.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo