Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mánadagin eru 70 ár liðin síðani David Ben-Gurion alment boðaði frá, at staturin Ísrael varð settur á stovn.

Henda dagin klokkan 17:30 verður skipað fyri føðingardagshaldi á Vaglinum í Havn.

Svenning av Lofti og Avi Lipkin fara at halda røðu, og Heini og Malan Lützen og Sirikit Jacobsen fara at syngja.

Tey sum koma til føðingardagshaldið fáa ókeypis kaffi og lagkøku.

Klokkan 19:30 sama kvøldið verður eitt tiltak í Læraraskúlahøllini, har Avi Lipkin og bólkurin Blátt Gras fara at luttaka.

Avi Lipkin verður eisini at hoyra í Miðnámsskúlanum á Kambsdali leygardagin klokkan 16, og í skúlahøllini á Giljanesi sunnukvøldið klokkan 19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo