Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Ert tú føðsluatstøðingur og leitar eftir nýggjum avbjóðingum, so er tað kanska júst tær vit leita eftir. Vit leita eftir júst tí rætta dugnaliga og arbeiðssama starvsfólkinum til fast starv hja okkum til setan 1. Januar 2021 ella eftir nærri avtalu.

Køkurin á heiminum á Sýnini veitur tænastu til búfólk á heiminum, eins og til heimabúgvandi borgarar. 

Arbeiðsuppgávurnar eru spennandi og ymiskar, og umfata tilrættisleggjan, fyrireiking, mat framleiðsla, pakking, umframt nógv annað.

Vit eru ein góður starvsfólkahópur, sum við eldhuga og ágrýtni veitur eina góða tænastu.  

Søkt verður eftir:
- Føðsluatstøðingi til setanarbrøk 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er skipa í 7 tímars vaktir og 3. hvørt vikuskifti.

Førleikar:
- Føðsluatstøðingur
- Royndir at arbeiða í stórkøki er ein fyrimunur
- Góð evnir at samskifta í skrift og talu

Persónligir eginleikar:
- Álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Tolir stórt arbeiðstrýst
- Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
- Røkin og arbeiðssamur
- Fleksibul

Vit bjóða:
- Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
- Ávirkan á menningina av tænastum í køkinum
- Upplæring
- Eitt arbeiðspláss og umhvørvi, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan

Setanarviðurskifti:
- Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Kost- og Føðslufelag Føroya ella avvarðandi yrkisfelag.

Meira fæst at vita:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Thildu Gaardlykke á telefon 793210 ella við telduposti thilda@vesturvon.fo

Umsókn:
Umsókn saman við lívrensli skal sendast við telduposti til vesturvon@vesturvon.fo í seinasta lagi 6. desembur 2020. Viðmerk “Føðsluatstøðingur til Heimið á Sýnini”.

Vesturvón tilskilar sær rættindi til at seta annan umsøkjara, um føðsluatstøðingur ikki søkir starvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo