Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eldávaringarskipanin á hotel Hilton Garden Inn í Havn fór frá, og gestir og starvsfólk vórðu biðin um at fara út í tún ímeðan greiða fekst á støðuni.

- Men tað var ongantíð nakar vandi, og talan var um "falskan alarm", sigur Martin Restorff, stjóri, við VP.

Tey hava regluligar brandvenjingar á gistingarhúsinum, so tey vita altíð hvussu ein slík støða skal handfarast.

- Tað er ein føst mannagongd sum millum annað inniber, at øll skulu út, hóast ongin eldur er, sigur Martin Restorff í stuttari viðmerking.

Hann leggur afturat, at nógv fólk búgva á hotellinum í hesum døgum.

- Vit hava havt at kalla fult hús í bæði juli og august, og tað fegnast vit sjálvsagt um, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo