Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Bjór undirskrivaði í stutt undan ársskiftinum eina avtalu um eitt nýtt slag av útgerð sum ger, at nærum onki CO2 frá bjórframleiðsluni fer út í atmosferuna framyvir. Hettar verður alt endurvunnið og brúkt til sodavatnsframleiðsluna. Eitt anlegg av hesum slagnum er longu sett upp á Ørbæk og Svaneke Bryghus á Bornholm.

Frá bryggjarínum í Klaksvík verður sagt, at tað er ikki nakað nýtt fyri tey at arbeiða við heimsmálunum og burðardygd.

- Vit stremba allatíðina eftir at blíva betur á hesum økinum. Júst hetta er ein tøknilig, grøn menning, ið vit í nógv ár hava eftirlýst. Við nýggju tøknini spara vit náttúruna og umhvørvið fyri CO2. Hettar er ein partur av tí burðardyggu kós, ið vit hava sett okkum komandi árini. Vit ansa altíð eftir at minimera alt spill í framleiðsluni, við endurnýtslu av fløskum, íløtum og øðrum, siga tey á Føroya Bjór.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo