Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Glyvralon: Stuttligt at kunna leggja karmar til ymiskar hátíðardagar. Ein av hesum hátíðardøgum var hildin í Glyvralon í gjár - hesin var tó øðrvísi enn aðrir við tað, at tað helst vóru Føroya elstu tvíburar, sum hildu føðingardag.

Hanna Elisabeth (Hannebeth) og Inger Elisabeth (Ingebeth) føddar 16. okt. 1928 fyltu 92 ár. Tær vóru nr. 8 í rekkjuni av 11 systkjum. Tær hava altíð líkst sera nógv, og sum lítlar gentur høvdu tær frámerki á arminum, til tær dugdu at siga sítt egna navn.

Hannebeth giftist við Petur Martini, og fingu tey trý børn.

Ingebeth giftist við Jóhannesi, og fingu tey fimm børn - harav tvey av børnunum eru tvíburar eins og mamman. Ein dóttir teirra fekk eisini tvíburar.

Familjan sigur frá um Hannebeth og Ingebeth, at tær eru sera stillar og gera lítið um seg, men raskar hava tær altíð verið, ordiligar og fittar í hondunum - bæði til at seyma, binda, baka o.s.fr. Tær hava altíð verið góðar systrar - aldrin hava tær klandrast.

Stuttligt at hitta hesar báðar damurnar. Tær eru lættar á fótum, hóast høgan aldur, skemtingarsamar og prátingasamar.

Hjartaliga til lukku við føðingardøgunum Hannebeth og Ingebeth.

Viðmerking: Tá skrivað verður, at Hannebeth og Ingebeth helst eru Føroya elstu tvíburðar, so kann upplýsast, at  Sigurd Nielsen og Jenny Rasmussen, ættað úr Vestmanna eru 94 ár. Tey hava føðingardag 23. januar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo