Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SEV fer nú undir at gera kanningar av møguleikanum at staðseta eina 96-120 MW havvindmyllulund í Føroyum við eini mettari úrtøku á 420-520 GWt. Til samanberingar er vindmyllulundin í Húsahaga 12 MW.

“Tað er av alstórum týdningi at fáa ferð á grønu útbyggingarnar, skulu vit gera okkum nakra vón um at gerast leys av oljuni í 2030. Í løtuni eru stórar avbjóðingar við útbyggingum á landi av ymsum orsøkum, og tí fara vit nú undir at kanna møguleikarnar fyri vindorkuútbygging á sjóøki”, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.

Kanningarnar umfata dýpi, botn-, aldu- og vindviðurskifti, umframt umhvørvisárinsmetingar. Umsókn verður send myndugleikunum um loyvi til at fara undir hetta arbeiðið. Eisini skulu kanningar gerast í mun til íbinding og flutning av orkuni, ið kemur frá eini havvindmyllulund, umframt hvørji tiltøk skulu gerast fyri at tryggja framhaldandi støðufesti í elskipanini.

Kanna fyrst eystan fyri Nólsoynna
Fyrsta økið, ið ætlanin er at kanna, er eystanfyri Nólsoynna. Um loyvi fæst til at gera innleiðandi kanningararbeiði í 2021, kann projektering fara fram í 2022, uppseting, kaðallegging v.m. í 2023 og 2024, og verkseting í 2025.

Felags føroysk verkætlan
Fíggingin er ein sjálvsøgd fortreyt fyri verkætlanini, og fyribils metti kostnaðurin av havvindmyllulundini er uml. 1,4 – 1,9 mia. kr.

Smáar tvær milliardir krónur er ein stór íløga, men SEV metir, at fíggingin kann fáast til vega ígjøgnum eitt breitt samstarv millum fleiri føroyskar fyritøkur.  Eitt nú verandi orkuveitarar, aðrar størri fyritøkur og íleggjarar.

Ein so stór útbyggingarverkætlan hevur nógv avleitt virksemi við sær, og samstarv um verkætlanina hevði verið til gagns fyri allar partar.  

“Vit vita, at vindorka roynist væl sum burðardygg orkukelda í Føroyum. Ein trupulleiki seinastu árini hevur tó verið at koma á mál við ætlaðum vindorkuútbyggingum ymsa staðni á landi í Føroyum, og ein havvindmyllulund kundi verið ein góð loysn í mun til grøna kósina, eins væl og til økt vinnuvirksemi”, sigur Terji Nielsen.

Netútbyggingar, pumpuskipan v.m.
Ein onnur avgerandi fortreyt fyri eini so stórari vindmyllulund er pumpuskipan í Vestmanna. 

Hetta tí at brúk er fyri at goyma partar av framleiddu elorkuni, eitt nú til tíðir har minni vindur er. Harafturat skal pumpuskipanin verða við til at stabilisera óstøðugu vindorkuna.

Somuleiðis verður neyðugt at gera tillagingar á netinum, soleiðis at orkan kann fáast til høldar í elskipanini.

“Vit hava góðar vónir um, at hetta letur seg gera um okkara leiðir, men skal ein slík verkætlan rúmast í elskipanini, er neyðugt, at ferð eisini kemur á umleggingina av upphiting og flutningi í samfelagnum”, sigur Terji Nielsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo