Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kappingareftirlitið: Føroya Rættur hevur tann 6. mai 2021 staðfest avgerð hjá Kappingarráðnum í máli um loðsflutning í Fuglafirði.

Kappingarráðið tók tann 11. oktober 2018 avgerð um, at Fuglafjarðar kommuna hevði framt brot á § 11 í kappingarlógini, tí kommunan hevði forða P/F Faroe Agency at veita loðsflutning í Fuglafirði.

Fuglafjarðar kommuna valdi at kæra avgerðina hjá Kappingaráðnum til Vinnukærunevndina, sum tann 11. januar 2019 kunngjørdi avgerð um at staðfesta avgerðina hjá Kappingarráðnum viðvíkjandi loðsflutningi.

Fuglafjarðar kommuna valdi at kæra avgerðina hjá Vinnukærunevndini til Føroya Rætt, sum nú hevur tikið avgerð í málinum.

Føroya Rættur staðfestir, at Fuglafjarðar kommuna framdi brot á § 11 í kappingarlógini, tá kommunan forðaði P/f Faroe Agency at veita loðsflutningstænastur í Fuglafirði frá 2014 til 2018.

Í dóminum verður m.a. staðfest:

“Retten tiltræder vurderingen, hvorefter kommunens leveringsforpligtelse efter § 4, ikke nødvendiggør, at private, som opfylder betingelserne for at udføre opgaver med transport af lodser, og som er anmodet om at påtage sig opgaven af det pågældende skibs repræsentant, afskæres fra at udføre opgave” 

Hetta merkir, at hóast ein kommuna er áløgd eina loðsskyldu og hevur evstu ábyrgd fyri, at loðsur verður fluttur á skip, so hava reiðarí og umboðsfólk sum meginregla rætt til at velja hvør góðkendur loðsflutningsveitari skal brúkast.

Formaðurin í Kappingarráðnum, Heri Joensen, sigur:

- Í sambandi við at vit tóku avgerð í málinum tann 11. oktober 2018 segði eg, at vónandi fór avgerðin at hava við sær, at ein og hvør, sum hevði ein góðkendan bát kundi gera avtalur við reiðarí um útinnan av loðsflutningi, tí hetta vildi tryggja eina virkna kapping.

- Eg fegnist tí um at dómurin júst staðfestir, at reiðarí og umboðsfólk hava rætt til at velja ímillum teir veitarar sum eru góðkendir av Sjóvinnustýrinum, og at kommunan kann bert nokta um sakligar orsøkir eru til staðar.   

- Til kommunurnar vil eg siga, at dómurin broytir ikki við teirra rætt at skipa loðsingina, herundir loðsflutning, men dómurin staðfestir at atlit skal takast til kappingarlógina.

Les dómin frá Føroya Rætti her

Les avgerð hjá Vinnukærunevndini her

Les avgerð hjá Kappingarráðnum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo