Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Sunnasta 1/2 marathon, ið vanliga er seinast í septembur, og sum verður runnið úr Trongisvági til Vágs velur nú eisini at avlýsa.

- Vit hava neyvt fylgt støðuni, og tá ið okkara tiltak fevnir um fleiri aldursbólkar og fólk úr øllum Føroyum, og tað at vit hava nógv fólk at hjálpa okkum við sjálvum tiltakinum, og eisini runt í bygdunum her suðuri, so hildu vit at tað var rætt at avlýsa, sigur formaðurin í Hvistuni, ið er felagið ið skipar fyri Føroya Sunnasta 1/2marathon, Finn Johannessen.

- Fyrireikingarnar til Føroya Sunnasta 1/2marathon hava verið gjørdar eins og vit hava gjørt árini undan, men vónirnar vóru góðar til at vit fóru at kunna halda okkara 1/2 marathon, heilt til um ólavsøkuna, tá ið aftur frættist um Corona smittuna í Føroyum.

Eftir ætlan skuldi Føroya Sunnasta 1/2 marathon verið leygardagin 26. septembur, men er nú endaliga avlýst

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo