Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Nevndin í "H.K.H. Prins Henriks Fond" hevur avgjørt at lata 65.000 kr. til Føroya Symfoniorkestur. Peningurin skal brúkast til nýggja innspæling av føroyska tjóðsanginum.

- Hugskotið at innspæla tjóðsangin við okkara egna symfoniorkestri er gamalt. Men við stuðlinum frá "H.K.H. Prins Henriks Fond" er ætlanin komin so mikið langt, at væntandi verður tjóðsangurin innspældur í samband við nýggjárskonsertina í 2022. Orkestrið fer tá at innspæla eina instrumentala útgávu og eina útgávu við kóri, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri fyri Føroya Symfoniorkestur.

Uttanríkis- og mentamálaráðið játtaði í vár symfoniorkestrinum 50.000 kr. til innspælingina, og nú hevur danska kongshúsið eisini valt at stuðla verkætlanini.

Kostnaður fyri slíka innspæling er 350.000 kr.

- Vit eru sera takksom fyri og eyðmjúk yvir, at stovnar og grunnar í Føroyum og Danmark, virðismeta og stuðla arbeiðinum hjá Symfoniorkestrinum. Vit høvdu neyvan fingið dygga stuðulin uttan tónleikarar og kórsangarar, ið leggja nógv fyri at góðskan á tónleikinum altíð er so høg sum gjørligt, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í orkestrinum.

Sí heimasíðuna hjá kongshúsinum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo