Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroya Symfoniorkestur við Hans Petur í Brekkunum, stjóra og Jónas Bloch Danielsen, leiðari í Mentanarhúsinum, hava skrivað undir 2-ára samstarvsavtalu.

Sambært avtaluni kemur Føroya Symfonieorkestur at hava eina konsert árliga í Mentanarhúsinum.

Mentanarhúsið fegnast um, at vit við hesi avtalu gerast karmur um klassiskan tónleik á hægsta stigi.  Fyri Føroya Symfoniorksetur leggur avtalan lunnar undir arbeiðið at gera tónleikalívið fjølbroytt og dygdargott kring landið.

Fyrsta konsertin verður eftir ætlan 24. septembur 2023.

Mentanarhúsið er millum best ljóðandi hølir í landinum. Nú Føroya Symfoniorkestur komandi tvey árini fer at hava árligu heystkonsertina í Mentanarhúsinum, er lagt er upp til eina nærverandi uppliving, har orkestrið í mun til aðrar framførslur er heilt nær við áhoyraran.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo