Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið; Mjølnir tapti sín fyrsta dyst eftir fimm-settara ímóti Fleyr: 2-3 (25-19, 27-29, 22-25, 25-12, 13-15)

Eftir eina heldur laka byrjan uppá kappingarárið tykist Fleyr nú rættiliga at vera komið fyri seg. Leygardagin vunnu teir á SÍ, og mikukvøldið stóð ósigraða oddaliðið Mjølnir fyri tørni, tá Fleyr vann spennandi fimm-settaran 3-2.

Í fyrsta setti gekk tó sum vant hjá Mjølni, sum trygt vann 25-19. Men í øðrum setti hevði Fleyr funnið stevið og vann 29-27, eftir at Mjølnir hevði havt tveir settbóltar. Góðan gongdin hjá Fleyr helt á í triðja. setti, sum varð vunnið 25-22, men í fjórða setti smurdi Mjølnir Fleyr av 25-12.

Fleyr kom tó fyri seg aftur í javnbrótaranum, og frá at hava verið aftanfyri 2-5, legði Fleyr seg framum 7-6. Síðani var púra javnt til 10-10, tá Fleyr fór trý stig framum, sum gjørdist sera avgerandi. Mjølnir yvirlivdi fyrsta dystarbóltin við 12-14, tá servan hjá Fleyr gjørdist ov long, men næsta bóltin vann Fleyr og harvið settið 15-13 og dystin 3-2.

Mjølnir er tó framvegis greitt á oddan í landskappingini við 19 stigum og greiður favorittur at taka annað finaluplássið um FM-heiti, men hvat mótstøðuliðið verður, er vónleyst at spáa um, tí bert eitt stig er á muni millum ÍF og Fleyr við 11 stigum og SÍ við 10 stigum.

Dysturin í gjár var samstundis seinasti dysturin hjá monnum í ár og seinasti dysturin áðrenn steypakappingin byrjar 8. januar. Har verður spælt í tveimum bólkum. Í bólki 1 eru ÍF, SÍ og Ternan, og í bólki 2 eru Mjølnir a, Mjølnir b og Fleyr. Tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki kvalifisera seg til hálvfinalurnar, sum verða í Badmintonhøllini í Klaksvík 12. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo