Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Váðaráð: Føroya Váðaráð hevur hildið 13. fundin og metur framvegis at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum.

Avleiðingarnar av Covid-19 eru enn sjónligar innan tær vinnurnar, ið veita tænastur til ferðavinnuna, men útlán til ferðavinnuna fylla bert ein lítlan part av samlaðu útlánunum hjá føroysku bankunum, og tey møguligu tap, ið bankarnir kunnu koma at fáa av hesi vinnu, fara tí sannlíkt ikki at ávirka fíggjarliga støðufestið.

Sethúsaprísirnir hækka framvegis, og vandi kann vera fyri, at húsarhald seta seg í ov stóra skuld, tí tey vænta vøksturin í sethúsaprísunum fer at halda fram. Húsarhaldini velja tó støðugt í størri mun realkredittlán við fastari rentu og langum rentubindingartíðarskeiði, samstundis sum tey í minni mun velja realkredittlán við skáa.

Føroyski búskapurin tykist at hava tillagað seg lutfalsliga skjótt til stoytin, ið kom av Covid-19; arbeiðsloysið er lágt, og innlendis handilsvirksemið er stórt.

Innan flestu vinnugreinarnar er løntakaratalið aftur á sama støði, sum undan Covid-19, men avleiðingarnar av Covid-19 eru enn sjónligar í vinnum, sum veita tænastur til ferðavinnuna.

Útlán til ferðavinnuna fylla tó ikki ein so stóran part av samlaðu útlánunum hjá føroysku bankunum, og tí fer ein seinkað endurreisn av ferðavinnuni sannlíkt ikki at ávirka fíggjarliga støðufestið, hóast bankarnir kunnu fara at fáa tap av hesi vinnu.

Samlaði vøruútflutningurin er minkaður, nú ið útflutningsvinnurnar hava útflutt vørurnar til lægri prísir, men fiskivinnufyritøkurnar eru sum heild væl konsolideraðar og tískil førar fyri at taka ímóti einum slíkum stoyti, sum Covid-19. Útlit til størri útbreiðslu av koppingarevninum ger, at útflutningsfyritøkurnar rokna við einum øktum eftirspurningi frá útlondunum, og vónirnar um eitt betri úrslit í 2021 eru tí góðar.

Bjartskygnið hjá húsarhaldunum er ikki minkað, soleiðis sum vit sóu tað undir fíggjarkreppuni; nýtslan er ikki minkað og sethúsaprísirnir eru øktir við nærum 6% í miðstaðarøkinum í 2020 samanborið við árið fyri.

Príshækkingarnar á sethúsamarknaðinum benda á, at útboðið enn ikki megnar at metta stóra eftirspurningin eftir bústøðum. Vandi er fyri, at húsarhald, sum skulu inn á bústaðarmarknaðin, verða noydd at átaka sær eina lutfalsliga stóra skuld.

Fá húskir hava kortini skuld omanfyri 3 ferðir samlaðu árligu inntøkuna. Húsarhaldini velja harumframt í enn størri mun fastforrentaði realkredittlán við langum rentubindingartíðarskeiði, ístaðin fyri bústaðarlán við broytiligari rentu, og eftirspyrja í støðugt minni mun realkredittlán við skáa.

Hetta er í sjálvum sær við til at gera fíggjarstøðuna hjá húsarhaldunum meira mótstøðuføra, men hækkandi sethúsaprísirnir kann geva fatanina av, at sethúsaprísirnir fara at halda á at veksa, og gera teir ikki tað, er umráðandi, at sethúsaeigararnir ikki hava ov stóra skuld.

Útlánsvøksturin byrjaði at hækka miðskeiðis 2020 og økist enn. Útlánsvøksturin hevur annars ligið um 0% hjá føroysku peningastovnunum síðani árslok 2019, men er øktur til 3,2% í januar 2021 samanborið við januar 2020.

Verða útlánini hjá realkredittstovnunum tald við, er samlaði útlánsvøksturin 5% í januar 2021.

Útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum til føroysk húsarhald var 14% í januar 2021, samanborið við januar 2020, meðan útlánsvøksturin til húsarhaldini frá føroysku bankunum var 0% í januar 2021.

Harafturat eru tey øktu útlánini til privatar og almennar fyritøkur, og til kommunurnar, við til at hála samlaða útlánsvøksturin upp.

Innlánini eru somuleiðis økt síðani miðskeiðis í 2020 frá bæði húsarhaldum og fyritøkum. At fyritøkurnar hava meira pening standandi í bankunum kann benda á, at gongdin í búskapinum er um at venda, tí í byrjanini av 2020 vóru tað fleiri fyritøkur, sum lækkaðu síni innlán.

Innlánsyvirskotið í føroysku bankunum er økt til 1,9 mia. kr. í januar 2021 úr 1,6 mia. kr. í oktober 2020. Innlánsyvirskotið var munandi størri, tá ið danska deildin hjá BankNordik varð tald við, men BankNordik hevur selt donsku deildina tann 1. februar 2021.

Føroya Váðaráð metur, at tað eru eingi greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum, men eygleiðir framvegis viðurskifti, ið kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið.

Onnur evni
Føroya Váðaráð fer í samstarvi við danska fíggjareftirlitið at kanna møguleikarnar fyri at betra um dátugrundarlagið og tær fortreytir, ið liggja handan stresstestirnar, sum fíggjareftirlitið árliga ger av føroysku bankunum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo