Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Stýriđ í Føroya Verkfrøđingafelag. Aftara rađ f.v. Gunn Hanusardóttir Møller, Súsanna Berg, Lovisa Petersen Glerfoss, Óluva Vang. Fremra rađ f.v. Albert Pætursson, Arni Petersen, Bjarni Petersen

Stýriđ í Føroya Verkfrøđingafelag. Aftara rađ f.v. Gunn Hanusardóttir Møller, Súsanna Berg, Lovisa Petersen Glerfoss, Óluva Vang. Fremra rađ f.v. Albert Pætursson, Arni Petersen, Bjarni Petersen

Stýriđ í Føroya Verkfrøđingafelag. Aftara rađ f.v. Gunn Hanusardóttir Møller, Súsanna Berg, Lovisa Petersen Glerfoss, Óluva Vang. Fremra rađ f.v. Albert Pætursson, Arni Petersen, Bjarni Petersen

Føroya Verkfrøðingafelag hevði aðalfund í hølum felagsins leygardagin 13.mars. Fundurin varđ eisini stroymdur, so limir, iđ ikki høvdu møguleika at koma til Havnar á fund, høvdu møguleika at fylgja viđ á internetinum.

Farna áriđ hevur veriđ merkt av korona støđuni á tann hátt at tađ hevur veriđ trupult at savnast til tiltøk. Árliga ólavsøkuhaldið var tó eitt undantak har 50 gestir vóru á gátt.

Føroya Verkfrøđingafelag hevur avtalu við donsku heimasíðuna Ingeniøren (www.ing.dk), at limir í Føroya Verkfrøðingafelag hava atgongd til alt innihaldið á hesi portali ætlaður verkfrøðingum og øðrum við áhuga fyri tøkni.

Sum nakađ nýtt er í ár eisini gjørd avtala um at limir og arbeiđspláss hjá limum kunnu fáa munandi avsláttur á hald av PRO-medier hjá Ingeniøren. PRO-medier eru meira fakliga málrættađir tíđinda- og vitanarportalar innan verkfrøđingayrkiđ.

Á aðalfundinum vóru Gunn Hanusardóttir Møller, Súsanna Berg og Bjarni Petersen vald í nevndina. Albert Pætursson var valdur sum tiltakslimur.

Eftir aðalfundin skipaði stýriđ seg við Arna Petersen sum formanni, Lovisu Petersen Glerfoss sum næstforkvinnu, Gunn Hanusardóttir Møller sum skrivara, Bjarna Petersen sum kassameistara, Súsannu Berg sum nevndarlimi, Albert Pætursson og Óluvu Vang sum tiltakslimum.

Stýriđ vil seta fokus á verkfrøðiyrkiđ
Við at skapa eitt fakligt rúm fyri verkfrøðingar við ymiskum fakligum tiltøkum og samskifti millum limir, fáa limir møguleika at luttaka og byggja góð netverk við aðrar verkfrøðingar í landinum. Møguleiki er eisini hjá føroyskum verkfrøđingum, sum eru búsitandi uttanlands og verkfrøđingum sum starvast innan onnur sáttmálaøki í Føroyum at gerast atknýttir limir í felagnum. Eisini er nú møguleiki hjá verkfrøđislesandi bæđi á Fróđskaparsetrinum og uttanlands at gerast limir í Føroya Verkføđingafelag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo