Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Føroyahúsið i Keypmannahavn: Ársplakatin, er í føroysku litunum er av pari í føroyskum klæðum, ið sjónliga eru glað fyri hvørt annað, framman fyri eyðkendu, bláu framsíðuni við sera vøkru, stóru sprossavindeygunum á Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17a. - Eisini er ein taska, ein tote, framleidd við somu mynd. Næsta ár verður øðrum listafólki sett í boði at skapa ársplakatina.

Heiðrikkur hevur við myndini megnað at fanga kjarnuna í føroyska samleikanum, sum livur og virkar í hjartanum í Keypmannahavn.

Keypmannahavn er staðurin, har mangir føroyingar búleikast í styttri ella longri tíðarskeið, td. í samband við lestur, starv, hjúnarband, sjúku e.l. Ttískil er av alstórum týdningi, at føroyingar hava støð sum Føroyahúsið, har til ber at hitta aðrar føroyingar, eta føroyskan mat, drekka føroyskar drekkivørur, uppliva føroyska mentan, fáa frálæru í føroyskum frá barnsbeini, halda veitslur, lesa føroysk tíðarrit v.m., sum eru tænastur og møguleikar, Føroyahúsið bjóðar og rúmar, meta starvsfólkini, nevndin og leiðarin í húsinum.

Tó so er føroyahúsið ikki bert fyri føroyingar og/ella føroyska mentan. Húsið er eitt portur, ið gongur út- og inneftir, og tískil eru allir tjóðskapir vælkomnir í húsinum, so eitt mennandi samstarv og samspæl millum fólk og tjóðir fær møguleika at taka seg upp.

Ársplakatin hjá Føroyahúsinum er ein partur í gongdini av at lýsa bláa húsið á ein estetiskan og nútímans hátt, og ein partur av eini ætlan um at skapa størri tilvit um húsið, ið tíverri hevur verið afturlatið í heili trý ár vegna umfatandi umbygging, og ikki minst koronustøðuni.

Í samband við at plakatin og taskan eru til reiðar at fara út í heimini og út í heimin, verður tiltak í Føroyahúsinum hóskvøldið 18.11.21 kl. 20.00 – 01.00, har listamaðurin signerar plakatir og taskur.

Plakatin, ið er framleidd í 300 eintøkum, kostar 300,- í Danmark og 330 kr í Føroyum, har hon er til sølu í Myndlist í Havn.

Taskan, ið er frmleidd í 100 eintøkum fæst til keyps í Føroyahúsinum fyri 150,-

Øll eru vælkomin til ókeypis tiltakið, og barrin er opin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo