Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Finaluluttakararnar til einmansleik í badminton til KONTRAST FM finalurnar 10. apríl: Magnus Dahl Christiansen, HBF, Niclas Eysturoy, HBF (væntar á myndini), Miriam í Grótinum, HBF og Gunnva K. Jacobsen, HBF

Badmintonsambandið: Sera spennandi dystir vóru í Badmintonhøllini í Havn í gjár, nú innleiðandi umførini til FM í badminton eru byrjaði. Í gjár varð avgjørt, hvør vann seg í finalurnar um føroyameistaraheitið í einmansleiki til KONTRAST FM.

Í finaluni til hjá kvinnunum eru Gunnva K. Jacobsen og Miriam í Grótinum, báðar frá Havnar Badmintonfelag.

Hjá monnunum vunnu Niclas Eysturoy og Magnus Dahl Christiansen plássini í finaluni, teir eru somuleiðis báðir frá Havnar Badmintonfelag.

Í dag heldur kappingin fram í Badmintonhøllini í Havn, tí nú skulu finalistarnir finnast til FM í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Hendan kappingin byrjar kl 17.

KONTRAST FM verður í høllini á Hálsi leygardagin 10. apríl. Tá verða allar finalurnar um føroyameistaraheitið í badminton spældar. Dagurin byrjar kl 10, tá verða finalurnar stroymdar á facebook síðuni hjá Badmintonsambandinum, KVF sendir beinleiðis frá kl 13. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo