Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Komandi vikuskifti 15.-16. august, byrja føroyameistara kappingarnar í leirdúgvuskjóting.

Byrjað verður við at kappast TRAP, og vikuskifti eftir tann 22.-23. august, verður kappast í SKEET.

Báðir dagarnir í TRAP, verða avgreiddir á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Fyrri dagur í SKEET verður skotin á skjótibreytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og dagin eftir verður skoti á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Leygardag verður byrja kl. 9:00, og sunnudag verður byrja kl. 13:00. Uml. kl. 16:00 sunnudagin, er greitt hvør er føroyameistari.

Afturat heiðurin at verða føroyameistari, telur kappingin eisini við í Føroya Cup, Grand Prix og í úttøkuni til oyggjaleikirnar á Guernsey komandi ár.

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya. Leinkja: skot.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo