Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú hava føroyingar lagt seg á odda í heiminum, tí vit eru tann eind, har flestar kovid-19 royndir verða tiknar.

 

Tað sum nú stendur fyri stavn, er at fáa latið samfelagið uppaftur, so vit kunnu sleppa at liva okkara vanliga lív. Tann farsótt, sum hetta beinkrímið hevur elvt til, kann koma at vara leingi og taka seg uppaftur tá vit halda alt standa væl til.

 

Spurningurin er, um okkara fyridømi kann gera gagn í heimshøpi.

 

Herfyri hevði ein av heimsins fremstu smittuserfrøðingum eina grein í bretska blaðnum “Financial Times”. Hann nevndi ikki Føroyar, men hansara uppskot var, at Bretland skuldi gera enn fleiri royndir fyri kovid-19 enn vit higartil hava gjørt í Føroyum.

 

Han skeyt nevniliga upp, at øll í Bretlandi skuldu kannast fyri kovid-19 einaferð um vikuna í eitt ár. Var royndin positiv, so skuldi húskið í sóttarhald.

 

Tað hann segði var, at varð hetta gjørt, bar til at lata samfelagið uppaftur og fáa framleiðsluna í gongd.

 

Skuldi hetta verið gjørt í Føroyum, skuldu vit tikið einar 50.000 royndir um vikuna. Sum kunnugt hava vit førleika at gera nakrar túsund royndir um vikuna, so talan er um eina tíggjufalding. Harumframt skulu vit sjálvandi taka royndir av øllum teimum, sum koma til landið við skipum og flogførum.

 

Hetta setir stór krøv til okkum øll. Vit skulu í eitt ár lata inn royndir, og tær skulu kannast. Royndarførleiki okkara skal økjast, og hetta kostar. Men tað kostar eisini at leggja samfelagið lamið.

 

Tað er tí øll orsøk at umhugsa hvørt tann føroyska leiðin til at berjast ímóti hesum beinkrími er tann rætta, og um vit kunnu bróta upp úr nýggjum við at fara enn longur okkara egna veg, góðum bretskum ráðum fyri at takka. Vit kunnu ið hvussu er vera samd um, at tað ikki ber til at hava samfelagið niðurbundið ársins bestu tíð.

 

Zakarias Wang  

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo