Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Landsstýrið er nú einans mannað av monnum, og Føroyar er nú eitt mannfólkaveldi, (en.: patriarchy).

Eitt Mannfólkaveldi er ein samfelagsskipan ella stjórnarstýri, har menn hava valdið og har kvinnur eru púra útihýstar frá tí. Hetta er ikki gott fyri eitt samfelag.

Vit hava nú eina konservativa samgongu, ið ikki einans er ímóti rættindum hjá samkyndum foreldrum og teirra børnum, men nú hava teir eisini vraka kvinnurnar.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2004 at eitt landstýri einans er myndað av monnum.

Hetta er ein stór afturgongd fyri Føroyar og hetta er ikki nakað, ið føroysk børn skulu uppliva.

Ungar gentur eiga at kunna hyggja upp til tey, ið ráða í landinum, og síggja at tær eisini hava ein kjans at einaferð gerast landsstýriskvinna.

Í seinasta valskeiði tá CEF samgongan sat við valdinum og Javnaðaflokkurin hevði løgmann, vóru fýra kvinnur og fýra menn ið myndaðu Landsstýrið.

Hetta var fyrstu ferð nakrantíð at verulig javnstøða sást aftur í landsstýrinum.

Og nú eru vit rulla 18 ár aftur í tíðina!

Tað er umráðandi at politikkur hevur fjølbroytt umboð og at kvinnur vera umboðaðar í landsstýrinum, tí tað tryggjar at atlit vera tikin til umstøðurnar hjá monnum og kvinnum í samfelagnum.

Eg vóni at vit fáa javnstøðu í landsstýrið aftur og at fjølbroyttni av øllum slag sæst aftur í føroyskum politikki, soleiðis at vit kunnu fáa eina enn størri umboðan av Føroya fólki.

Pól Jóhannus Toftegaard Larsen,
Nœstformaður í norðurfelagnum hjá Sosialistisk ung

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo