Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Dømi um onnur lond við rating Aa2 er Frakland.

Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld. Moody’s gevur Føroyum triðhægsta próvtal. Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvussu lága rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta.

Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina

  • at Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði,
  • at Føroyar hava eitt høgt minstagjaldføri, ið minkar um endurfíggingarváðan. Minstagjaldførið er  í 2021 3,3 mia. kr.
  • at, hóast undirskot eru á fíggjarlógini í 2020 og 2021 orsakað av Covi-19, so vil skuldin í mun til rakstrarinntøkurnar hjá landskassanum venda aftur til at vera fallandi næstu árini
  • at sannlíkindini fyri at Danmark veitir hjálp um neyðugt, eru stór

Frágreiðingin hjá Moody’s kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo