Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Her hava vit topp 3 í føroyskari telving. Við borðið Helgi Dam Ziska (vm), Høgni Egilstoft Nielsen (hm), og aftanfyri Rógvi Egilstoft. Her eru allir í parti saman og hjálpast at til dagsins dyst hjá landsliðnum í EM-stevnuni á Kreta í 2017.

Her hava vit topp 3 í føroyskari telving. Við borðið Helgi Dam Ziska (vm), Høgni Egilstoft Nielsen (hm), og aftanfyri Rógvi Egilstoft. Her eru allir í parti saman og hjálpast at til dagsins dyst hjá landsliðnum í EM-stevnuni á Kreta í 2017.

Her hava vit topp 3 í føroyskari telving. Við borðið Helgi Dam Ziska (vm), Høgni Egilstoft Nielsen (hm), og aftanfyri Rógvi Egilstoft. Her eru allir í parti saman og hjálpast at til dagsins dyst hjá landsliðnum í EM-stevnuni á Kreta í 2017.

Talvsambandið: Nú altjóða talvsamgongan FIDE um nýggjársleitið dagførdi styrkitølini hjá telvarum um allan heim, sæst, at Føroyar nú tátta í tann ovasta triðingin av londum í øllum heiminum. 

Føroyar standa nummar 75 í røðini av í alt 195 londum, sum eru limir í altjóða Talvsambandinum. Yvirlitið er roknað eftir miðalstyrkitalinum hjá tíggju teimum fremstu telvarunum í hvørjum landi. Føroyska talið er 2309.

Í Føroyum eru umleið 350 skrásettir telvarar í teimum níggju feløgunum, sum eru við í landskappingini í vetur. Flestu telvarar eru í teimum trimum feløgunum, sum eru fremst í bestu deildini í landskappingini. Sandavágs Talvfelag hevur 66 telvarar á sínum lista, Havnar Telvingarfelag hevur 57 og Klaksvíkar Talvfelag hevur 45 telvarar skrásettar í landskappingini fyri lið.

Hyggja vit at føroyska talvtindinum, sæst, at seks eru nú omanfyri 2300 í rating. Av teimum er ein omanfyri 2500 og ein omanfyri 2400.

Størstu framgongdina hevur 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol havt. Hann gjørdi rættiligt hál á landsliðnum, sum vann smálandakappingina á Malta í desember, og er nú tann ellinti á listanum. 

15 teir bestu (januar 2022)
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2540
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2401
3. Rógvi Egilstoft, ST 2369
4. IM John Rødgaard, VT/Esbjerg Skakforening 2329
5. IM John Arni Nilssen, Nordsjællands Skakklub 2323
6. Martin Poulsen, HT 2308
7. Flóvin Tór Næs, HT/Faxe Skakklub 2218
8. Ólavur Simonsen, KTF 2210
9. Bogi Ziska, TT 2198
10. Olaf Berg, HT 2193
11. Luitjen Akselsson Apol, HT 2174
12. Eyðun Nolsøe, KTF 2173
13. Hans Kristian Simonsen, KT 2173
14. Carl Eli Samuelsen, HT 2171
15. Jóan Hendrik Andreasen, HT/Brønshøj Skakforening 2168

Tríggjar fremstu talvtjóðirnar í heiminum eru 1. Russland (2729) 2. USA (2719) og 3. Kina(2898). 

Hini norðurlondini standa í hesari røð: 17. Noreg  27. Danmark  31. Svøríki  45. Ísland  53. Finnland.

Og vilja vit vita, hvussu frammarlaga fremsti telvari í Føroyum, stórmeistarin Helgi Dam Ziska, hevði verið í hinum norðurlondunum, hevði úrslitið verið hetta: í Noregi hevði Helgi verið nummar 7, í Danmark nummar 6, í Svøríki nummar 3, í Íslandi nummar 2 og í Finnlandi nummar 2.

Toppdystir á skránni
Koronaútbrotið mánaðarskiftið november/desember legði meinbogar í vegin fyri føroysku landskappingini í talvi. Av røttum átti bæði fjórða og fimta umfarið at verið avgreitt fyri ársskiftið, men allir dystirnir vórðu útsettir. Nú verður roynt aftur.

Dystirnar í fjórða umfari fara liðini ætlandi at taka okkurt gernadiskvøld fyrsta dagin, og so er útsetta fimta umfarið ásett at vera nú sunnudagin.

Nær dystirnir í fjórða umfari vera, er eitt sindur óvist, men sum skilst verður dysturin millum Klaksvík og Havnina telvaður í morgin mikukvøldið 5. januar í Skákinum á Akursmørk í Klaksvík. Hinir dystirnir í fjórða umfari í fremstu deildini eru millum Vestmanna og Havnina B og Sandavág og Klaksvík B.

Sunnudagin 9. januar eru dystirnir í útsetta fimta umfari ásettir at vera. Her fáa vit aftur ein toppdyst. Tá møtast oddaliðini seinastu árini, Havnin og Sandavágur, á Finsen í Havn.

Støðan í 1. deild (eftir 3 umfør)
1. Havnin 10 stig
2. Sandavágur 8½
3. Klaksvík 8
4. Havnin B 6
5. Klaksvík B 2½
6. Vestmanna 1

Gongst sum ætlað, verður fult umfar sunnudagin. T.v.s. at allir dystir í útsetta fimta umfari í 1.-, 2.-, og 3. deild verða telvaðir. Og í 4. deild verða dystirnir í fjórða umfari telvaðir.

Hetta er tó treytað av, at støðan viðvíkjandi koronu ikki broytist stórvegis. Á heimasíðu Talvsambandsins stendur soleiðis:

Av tí at vit í Føroyum í løtuni eru so hart rakt av korunu, hevur Talvsambandið gjørt av, at um minst 2 av 6 teimum hægst styrkismettu telvarunum hjá 1. liði í einum felag eru raktir av koronu ella sóttarhaldi, so verður dysturin útsettur. Bert telvarar, ið higartil hava luttikið í liðkappingini fyri felagið, verða fevndir av hesum. Neyðugt er at boða kappingarleiðaranum frá, um hetta verður aktuelt. Heitt verður annars á feløgini um at vísa varsemi og tryggja sær, at reinførið er í lagi, og at frástøða verður hildin so væl, sum til ber. Víst verður annars til almennu koronutilmælini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo