Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Jú víst vilja vit halda okkum til Vesturheimin, men hvussu roynist tað?

Vit standa á einum vegamóti: Skulu vit verja okkum ímóti einum ókendum landnámsfígginda, ella einum kendum óvinarligum fíggjarfígginda?

Hvar er betur at vera?

Talibanar eru í Noregi og biðja um mat til borgarar sínar.  Nærum 90% líða hungursdeyða vegna teirra stýrislag, og nú fara teir eftir pengum úr oljugrunninum hjá  Noregi, sum vit og onnur hava fíggjað. Ivaleyst fara allir stuðulspengar til arbeiðið hjá Taliban, og fólkið svøltar víðari!

Ein av okkara vinarsamfeløgum segði á sinni, tá ein úr vesturheiminum og vinum okkara bar boðini:"Friður í okkara tíð"!!

Eg sigi fyri meg enn eina ferð:"Tað nyttar onki at vera naivur í politikki"!

Tú ræður innanlands, men má fylgja lóg og reglum uttanlands.

Eg veit væl, at Føroyar liggja "væl" strategiskt fyri í norðuratlantshavi, og tí hava áhuga i militerum høpi, so sjálvt um vit ikki hava militerar musklar at hótta við, so hava vit okkara staðseting.

Tí er veruligt skil í tankunum hjá Jacob Vestergaard: "Hvussu ætla tit at handfara henda partin av veturheiminum"??

Eg veit væl, at Aksel V er fittur, men tað var Chamberlain eisini!

Hugsið um tað!

Eyðun Mohr Viderø
25.‎01.‎2022

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo