At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í venjingardystinum móti Litava í november í 2020 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í venjingardystinum móti Litava í november í 2020 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í venjingardystinum móti Litava í november í 2020 - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Tað er ikki eitt ókent mótstøðulið, ið vitjar á Tórsvølli hesaferð. Føroyar og Litava hava nevniliga møtt hvør øðrum níggju ferðir síðani fyrsta dystin, sum varð spældur í oktober í 1998.

Higartil hava Føroyar vunnið ein, ein dystur er endaður við javnleiki, meðan litavar sjey ferðir eru farnir avstað við sigrinum. Talan er um seks EM-undankappingardystir, tveir HM-undankappingardystir, og ein venjingardyst.

Í undankappingini til EM í 2000 vóru Føroyar og Litava í bólki saman. Fyrri dysturin, sum var spældur í Litava tann 10. oktober í 1998, endaði við málleysum javnleiki. Eitt lítið ár seinni møttust londini aftur, tann 8. september í 1999, og tá eydnaðist litavum at vinna 1-0 í Føroyum.

Fyrsti og higartil einasti føroyski sigurin móti Litava kom í hús tann 9. september í 2009, tá Føroyar vunnu 2-1 á Svangaskarði. Føroysku málskjúttarnir vóru Súni Olsen og Arnbjørn Hansen.

Talan hevur annars verið um javnar dystir, har munurin á máltalvuni hevur verið lítil.

Úrslit
Litava – Føroyar 0-0 (1998 / EM 2000)
Føroyar – Litava 0-1 (1999 / EM 2000)
Litava – Føroyar 2-0 (2002 / EM 2004)
Føroyar – Litava 1-3 (2003 / EM 2004)
Føroyar – Litava 0-1 (2006 / EM 2008)
Litava – Føroyar 2-1 (2007 /EM 2008)
Litava – Føroyar 1-0 (2008 / HM 2010)
Føroyar – Litava 2-1 (2009 / HM 2010)
Litava – Føroyar 2-1 (2020 / venjingardystur)

Leygardagin møtast londini aftur, hesaferð í UEFA Nations League. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 17:00. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo