Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Mentamálaráðið: Í dag var fundur í Moskva í felagsnevndini millum Føroyar og Evrasiatisku Búskaparsamgonguna, EABS. Hetta er annar fundurin, síðani nevndin varð skipað sambært semjuskjalinum millum partarnar, sum var undirskrivað í Føroyum í 2018.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, stóð á odda fyri føroysku sendinevndini, og Sergey Glazyev, EABS ráðharri í búskaparmálum (myndin), leiddi fundin fyri EABS.

Felagsnevndin hevur til endamáls at virka fyri at styrkja samstarvið millum Føroyar og limalondini í EABS. Partarnir løgdu fram síni politisku sjónarmið og ætlanir við samstarvinum. Landsstýrismaðurin nýtti høvið at kunnað um tiltakið fyri vinnuumboð úr EABS-londunum, sum eftir ætlan verður í Føroyum í vár. Landsstýrið, EABS og vinnuhúsið skipa fyri vinnuferðini í felag. Avrátt varð, at næsti felagsnevndarfundur verður í Føroyum næsta ár.

- Russland er millum størstu marknaðirnar hjá Føroyum fyri útflutningsvørur. Arbeiðið í felagsnevndini hevur tí stóran týdning fyri at tryggja føroysk áhugamál mótvegis EABS,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Á ferðini í Russlandi hevur landsstýrismaðurin eisini verið á fundi við Vladimir Titov, varauttanríkisráðharra hjá Russlandi, sendiharran hjá Armenia, Russian International Affairs Council og russiska handilskamarið. Í morgin verður fundur við sendiharran hjá Kasakstan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo