Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvussu ofta hava vit hoyrt, at Føroyar eru ov lítlar at loysa? Sum tíðin er gingin, er hetta millum einastu argumentini, ið eru eftir í kjakinum um loysing/samband. Tað stuttliga er, at Lars Løkke herfyri segði tað øvuta um Grønland, at “Grønland er ov stórt til fult sjálvræði.”

Men hetta argumentið heldur ikki. Heimurin er ikki sum ævintýrið um Gullokk og tær tríggjar bjarnirnar, har ein song var for lítil, ein ov stór og ein akkurát fyri. Heldur enn at fjasast við einari ævintýrafatan, mugu vit hyggja at veruliga heiminum, og í veruliga heiminum eru fleiri frælsar tjóðir, ið eru størri enn Grønland, og fleiri frælsar tjóðir, ið eru minni enn Føroyar.

Ein av hesum tjóðum, ið er minni enn Føroyar, er Malta. Malta loysti frá Stóra Bretlandi í 1964. Áðrenn maltesar loystu hoyrdu teir eisini mangan um, at tjóð teirra var ov lítil – ja tú hoyrdi rætt, tað at eitt land er ov lítið til at loysa, er ikki nakað, ið bara vit í Føroyum hoyra fyri. Hetta hevur mann sagt um nærum øll lond, áðrenn tey loystu.

Um Malta bleiv sagt, m.a: “Malta klárar seg ikki einsamalt. Oyggin megnar bert at rinda fyri 1/5 av neyðugunm vørum; meira enn ein fjórðingur av arbeiðsmegini hevði verið arbeiðsleys og búskapurin fer á heysin uttan bretskan blokkstuðul. Tos um fult sjálvræði í Malta er tískil vónleyst og uttan nyttu” – The Times, 7. januar 1959.

Men, sum sagt, so loysti Malta – og tey hava aldrin angrað tað síðani ella limað seg inn í Stóra Bretland aftur.

Noregi var eisini eitt land, ‘ið ikki hevði ráð at loysa’. Sagt varð m.a. at “Tað tykist ikki, sum at leiðarirnir í [norsku] frælsisrørsluni fata, hvat fyri støðu tey seta landið í – hetta kann samanberast við eina sjálvmorðsroynd… hetta verður ongin fræls tjóðskaparlig tilvera, men heldur trældómur undir Russlandi…” – The Times, 6. juli 1892

Ja, Noregi, eitt land ið vit halda vera stórt, var eisini ov lítið at loysa, tí tey ‘vóru ov veik’, og Russland fór at hertaka landið. Hetta hoyra vit eisini her til tíðir, og tað er hetta Lars Løkke eisini sipaði til. MEN, hetta hendi aldrin, Noregi hevur aldrin verið ein landspartur í Russlandi. Ræðumyndirnar ímóti loysing eru nógvar, men tað tykist ikki, sum tær nakrantíð passa

Hin grannatjóðin hjá okkum, Ísland, var eisini ‘alt ov fátæk at loysa’. M.a. varð sagt, at “Tað er neyðugt at hava í huga, at Danmark rindar í dýrum dómum fyri at hava ræði á Íslandi. Danski staturin rindar blokkstuðul, ið fíggjar íslendska landskassan.” – The Guardian, 23. mars 1908.

Kennir mann bara eitt lítið sindur til kjakið um loysing/samband í Føroyum, so kennast øll hesi argumentini aftur. Ísland, Noregi, Malta og óteljandi onnur lond ignoreraðu hesar dómadagsmyndirnar og loystu, og hava nakrar av hesum ræðumyndum víst seg at passa? Nei. Hava tey angrað tað síðani? Nei. So hví skuldu Føroyar ikki loyst?

Í Føroyum sæst loysing oftani sum ein ideologi. Men loysing er ikki ein ideologi sum aðrar. Hyggja vit kring okkum, so hava fleiri ideologiir valdað. Onkrastaðni er liberalisma, onkrastaðni sosialisma, onkrastaðni kommunisma, onkrastaðni prestastýrið, og nýliga er Trumpisma farin at gera um seg. Men hetta eru rák. Onkuntíð er hetta populert, onkuntíð er okkurt annað populert. Tað einasta sum onki land ella fólk í heiminum hevur víst aftur ella mótmælt, er at land teirra skal vera frælst. Loysing virkar.

Eftir at Ísland fekk fult sjálvræði (tó at tað enn var í kongsfelagsskapi við Danmark), skrivaði The Times hálovandi um hetta nýliga frælsa landið: “Lið um lið við tjóðskaparliga frælsinum í landinum, hava tey eisini ment sær búskaparligt frælsi á oynni.”

Hetta er eisini partur av orsøkini til at eg eri loysingarfólk. Vit kunnu ikki menna okkum uttan tjóðskaparligt frælsi. Loysing hevði noytt okkum og okkara politikarar at gerast vaksin, júst sum tá vit ungu noyðast at gerast vaksin og flyta heimanifrá frá mammu og babba.

So, Lars Guldløkke, kom úr ævintýrinum og inn í veruleikan. Ongin tjóð er for lítil, ongin ov stór og ongin akkurát fyri.

Rókur Herup Olsen,
Formaður Unga Tjóðveldisins

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo