Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

”Sjá hesi fjøll og tindar, er hetta landið mítt?

Er hetta tað, sum fedrar várar numu?”

Soleiðis yrkir Jóannes Patursson fyri meira enn 150 árum síðani.

Og í løtuni eru orð hansara meira viðkomandi enn nakrantíð.

Í dag feldi samgongan uppskot okkara, um at forða fyri, at útlendingar keypa jørð, bústaðir og lendi undan okkum í Føroyum.

Hetta hóast tað longu nú eru greið dømi um, at hetta er farið fram. Í onkrari bygd hevur útlendingur keypt fleiri hús. Eisini eru hús seld á útoyggj, uttan at keyparin yvirhøvur sæð ognina. Ognarmeklarar hava upplýst, at útlendski áhugin fyri fastogn í Føroyum er vaksandi og alsamt meira ítøkiligur. Og hyggja vit, at hvat hendir í londum kring okkum, so kunnu útlendskar fyritøkur og spekulantar keypa íbúðarblokkar og hús, meðan vanliga fólkið í landinum noyðist at gjalda okursprísir fyri at hava ein bústað í sínum egna landi.

Tjóðveldið fekk við bit og slit samtykt við lóg, at útlendskur ognarskapur ikki varð loyvdur í at fiska av okkara felags ogn, sum er livandi fiskurin í havinum. Men samgongan hevur rullað hetta aftur og vil loyva, at fiskirættindi skulu frítt keypast og seljast millum privatar bæði føroyskar og útlendskar fyritøkur og einstaklingar.

Føroyar og okkara dýrasta tjóðarogn verða ikki ogn hjá fólkinum og okkara eftirkomarum, men Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin gera Føroyar til ein bazar, har alt kann seljast og spekulerast í.

Er hetta okkara fólkaræði? Eru politikarar ikki valdir at røkja áhugamálini hjá fólkinum og tjóðini, so øll fáa somu møguleikar og rættindini at liva, virka og skapa í okkara ríka landi? Ella er okkara Løgting bara sett saman av umboðum fyri seráhugamál hjá nøkrum fáum, ið skulu fáa fyrimunir, framíhjárætt og kunnu býta landsins ognir millum sín?

Samgongan sigur, at øll okkara tjóðarogn – fiskurin, jørðin og rætturin til bústað og heim, skal standa víðopin fyri føroyskum og útlendskum spekulantum at ogna sær og selja ímillum sín – og tá verður torført og nærum ógjørligt at venda við.

Vit standa eftir við spurninginum: “Er alt til sølu bara fyri hægsta prísin? Er onki heilagt?.” Sum Høgni Hoydal, floksformaður, segði herfyri: “Vit gerast skjótt gerast eygleiðarar í egnum sjógvi og húskallar í egnum landi.”

Vit mugu av hesi vandakós! Vit mugu halda á at stríðast fyri, at hetta landið og dýrasta ognin er okkara alra. Vit mugu ikki lata hetta um okkum ganga, men øll, ið ynskja aðra leið, mugu gera vart við seg.

Hjá Tjóðveldisflokkinum er málið greitt: Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.

Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo