Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Bæði hjá føroyskum ítróttarfeløgum og innan sersambondini í ÍSF gongur tað við rúkandi ferð fram ímóti málinum, sum er minst 40% kvinnur í nevndunum áðrenn 2030. Fyrsta málið, sum er minst 30% kvinnur áðrenn 2025 er longu rokkið.

Við miðilin Around the Rings sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, at tað hevur stóran týdning fyri føroyskan ítrótt, at javnstøða valdar.

- Í summum greinum, eitt nú innan fimleikin, eru 90% av leiðarunum kvinnur, ímeðan aðrastaðni, eitt nú innan skjóting, er støðan ein onnur, so her er framvegis nógv at tríva í áðrenn vit eru komin á mál, men eg fegnist um, at vit beint nú eru væl frammanfyri málið, sigur hon.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo