Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Flogbóltssambandið: Føroyar vunnu í kvøld 3-1 á Skotlandi, og tað merkir, at Føroyar kunnu enn røkka fyrsta plássinum í kappingin, men skal tað henda, krevur tað eina hjálpandi hond frá Skotlandi, sum skal taka stig frá San Marino í morgin, umframt at Føroyar vinna sín dyst á Íslandi, sum tapti 3-1 fyri San Marino í dag.

Føroyar vunnu fyrsta settið 25-19, eftir at liðini høvdu fylgst til 9-9, men so stungu Føroyar av og vunnu næstu seks bóltarnar á rað, og støðan gjørdist 15-9.

Í øðrum setti sá eisini út til at Føroyar fóru at vinna, tá støðan gjørdist 16-11, men fimm bóltar seinni var javnt, 16-16. Javnt var eisini við 21-21, men so fekk Skotland settbóltar við 24-22, og vann tann seinna, tá føroyska servan endaði í netinum.

Í triðja setti gekk leingi javnt á, men tá Skotland legði seg á odda 17-13, sá einki serligt út, men lítla løtu seinni vóru Føroyar tó frammanfyri aftur við 21-18. Støðan gjørdist 22-22 og 24-24, men so fingu Føroyar annan settbóltin við støðuna 25-24, og Bjarni Joensen tryggjaði Føroyum settið við eini krút-servu, sum Skotland ikki megnaði at taka ímóti.

Í fjórða setti løgdu Føroyar seg skjótt á odda 9-4, og tann munurin helt sær fyri tað mesta settið á tamb, sum Føroyar vunnu 25-19, tá skotarnir servaðu í netið.

Bartal Eliasen, sum var viðmerkjari í Televarpinum, tók soleiðis samanum dystin:

“Føroyingar lyftu seg frá í gjár, og vit høvdu justerað væl upp á alt á liðnum, og vit hava funnið eina stammu. Vit hava flutt libero frá positión seks yvir á fimm. Og í spælinum inni á vøllinum er meira nærlagni í dag enn í gjár – bæði í servum og verjuspæli. Silas [Poulsen] og Símun [Hoydal Poulsen] spæla øgiliga væl. Og so allir hinir sum vísa seg at vilja hetta ordiliga nógv í dag”.

Sunnudagin kl. 17 spæla Føroyar ímóti Íslandi. Kl. 14 spæla San Marino og Skotland. Báðir dystirnir síggjast í Televarpinum.

Støðan í kappingini:

Nr. 1 San Marino 5 stig

Nr. 2 Føroyar 4 stig

Nr. 3 Skotland 3 stig

Nr. 4. Ísland 0 stig

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo