Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroyingurin Hans Atli Dahl er stjóri í Amplexa Genetics.

Føroyingurin Hans Atli Dahl er stjóri í Amplexa Genetics.

Føroyska ílegufelagið Amplexa Genetics A/S, sum dagliga er staðsett i Odense, hevur gjørt sáttmála við landslæknan í Grønlandi um at gera eitt testlaboratorium fyri Covid 19 í NUUK.

 

Tað hevur higartil ikki verið møguligt at gjørt Covid 19 kanningar í Grønlandi og tiknu royndirnar eru tískil sendar av landinum til Statens Serum Institut i Keypmannahavn til útgreining. Nú tiknu royndirnar vera kannaðar av Amplexa Genetics í Nuuk fáa grønlendsku heilsumyndugleikarnir nógv skjótari svar.

 

Fyrst í komandi viku sendir Amplexa Genetics útgerð og manning til Nuuk. Tað fer at bera til at gera 100 -150 kanningar um dagin í fyrstu syftu.

 

Royndirnar skulu útgreinast í Nuuk, og myndugleikarnir kunnu vænta svar innan 1-2 døgn eftir at Amplexa hevur fingið royndina.

 

Tað er landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sum stendur á odda fyri at samskipa verkætlanina.

 

- Korona sóttin hevur breitt seg um allan heimin og hevur havt stórar avleiðingar fyri samfeløgini. Vit vilja fegin vera við í bardaganum ímóti sjúkuni við okkara servitan og gleða okkum til at loysa uppgávuna i Grønlandi. Vit eru fegin um at kunna hjálpa mynduleikunum við analysum, so at teir kunnu taka røttu avgerðirnar fyri at niðurberja hesa sóttina, sigur Hans Atli Dahl, tekniskur stjóri í Amplexa Genetics.

 

Framtaksgrunnur Føroya og Norðoya Íløgufelag eru sambært stjóranum høvuðspartaeigarar í Amplexa Genetics.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo