Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroyingar innfluttu fyri 4,2 milliardir krónur fyrra hálvár.

Tað er áleið 7,6% ella 300 milliónir krónur meira enn somu tíð í fjør, skrivar Hagstovan.

Innflutningurin av vørum til byggivirksemi er minkaður, men í flestu av hinum vørubólkunum er vøkstur.

Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 150 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 44%.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 12% meira er innflutt av hesum vørum.

Vit hava eisini brúkt meira uppá innflutning av brennievni. Prísirnir hava verið lágir í eina tíð, og eru nú hækkaðir aftur. Tað sæst aftur í innflutningstølunum fyri brennievni. Nøgdin er minkað umleið 11%, meðan virðið er vaksið 17%.

Fleiri hagtøl eru á heimasíðuni hjá Hagstovuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo