Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Føroyingar rinda av órøttum umleið 13,5 milliónir um árið í donskum momsi fyri stroymingartænastur. Danski skattamálaráðharrin ásannar, at hetta ikki er rætt, og vil hjálpa til við at fáa tað rætta. Men ábyrgdin liggur í Føroyum.

Í apríl almannakunngjørdi Javnaðarflokkurin á fólkatingi eina kanning, sum bendi á, at føroyingar rinda danskan moms, tá ið teir gjalda fyri síni hald av talgildum tænastum sum Spotify, Netflix, Viaplay og HBO, ella ogna tær appir og spøl til talgildu tólini.

Kanningin er send til Fíggjarmálaráðið og TAKS, og vit hava eisini tikið tað upp við donsku stjórnina.

- Føroyar eru ikki partur av danska skattaøkinum, og tí eigur danskur momsur ikki at verða kravdur inn frá føroyskum brúkarum, sigur Morten Bødskov, danskur skattamálaráðharri, ið skrivligum uppritið um málið.

Danska skattamálaráðið sigur, at tey, vegna vantandi innlit, ikki kunnu útgreina, hvussu nógvur momsur verður kravdur inn frá føroyskum brúkarum.

- Tað verður neyðugt at hava eftirlit við hvørji einstakari fyritøku, sum veitir tænastur til føroyskar brúkarar, um vit skulu fáa greiði á hesum, sigur skattamálaráðharrin.

Danska skattavaldið sigur seg hava tikið stig til at gera greitt í sínum kunningartilfari til útlendskar fyritøkur, at Føroyar ikki eru partur av danska moms-økinum, og tískil ikki skulu rinda danskan moms. Somuleiðis heitir Morten Bødskov, ráðharri, á føroyskar myndugleikar um at kunna útlendskar fyritøkur um tað sama.

Sambært kanningini hjá Javnaðarflokkinum, eru føroyingar ídnir brúkarar av talgildum tænastunum, og hava ofta fleiri tænastur í hvørjum húski. Ein varlig meting sigur, at talan er um 13,5 milliónir krónur, sum føroyski landskassin missir árið – sí kanningina hjá Javnaðarflokkinum her.

Hvørki TAKS ella Fíggjarmálaráðið høvdu tá sett tiltøk í verk fyri at fáa peningin í landskassan. Í svari til Aksel V. Johannesen, segði Jørgen Niclasen seg tó fara at virka fyri, at pengarnir skuldu koma í landskassan í framtíðini. Sí spurning og svar her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo