Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Óbodni gesturin, korona, hevur herjað um allan heimin, og eisini her í Føroyum.

Landið hevur verið í undantaksstøðu síðan fyrst í mars mánað, og øll hava lært at vaska sær um hendurnar, spritta, halda frástøðu, bera munnbind o.s.fr.

Stóri spurningurin var, hvussu okkara heilsuverk var ført fyri at viðgera møguligar koronasjúkar føroyingar, og hvussu nógv andingartól vóru tøk, skuldi tørvur verið á tí.

Øll fyrireikaðu seg sum best, og royndu at fylgja teimum ráðum, sum myndugleikarnir góvu.

Eisini heilsuverkið fór í tilbúgvingarstøðu, og gjørdi seg til reiðar at taka ímóti møguligum koronasjúklingum.

Pengar vóru játtaðir og koronadeilt sett á stovn.

Tosið um viðgerðartrygd og bíðilistar steðgaði.

Alt mátti víkja fyri óbodna gestinum.

Øll vanlig viðgerð í heilsuverkinum helt uppat, til stóran trega fyri teir mongu føroyingar, sum stóðu til at fáa heilsubót.

Nógv hava bíðað í langa tíð.

Nógv ilskast, men skilja hóast alt, at heilsuverkið má raðfesta hervuligu koronafarsóttina.

Føroyingar hava verið fyrimyndaligir, fylgt koronaráðgevingini, og hava nú, fyri aðru ferð, bast umfarssóttini.

Eingir føroyingar hava verið álvarsliga sjúkir av koronu, og heilsuverkið, sum hevur verið í tilbúgvingarstøðu seinasta hálva árið, hevur nærum einki havt at gjørt.

Øll hava hildið at tað hevur staðið væl til við okkara heilsuverki, hvat koronu viðvíkur, men í vikuni fekk pípan eitt annað ljóð.

Tveir russiskir sjómenn, sum høvdu koronu, bóðu um læknahjálp í Føroyum.

Panikkur kom í.

Farsóttarnevnd og Tilbúgvingarráð var kallað saman, tí føroyska heilsuverkið toldi ikki trýstið.

Russisku sjómenninir vóru so sjúkir, at báðir høvdu brúk fyri andingartóli.

Tosað var um at nokta øllum russarum at koma í føroyskt sjóøki, tí føroyska heilsuverkið toldið ikki fleiri koronasjúkar russarar.

Heilsumálaráðharri, fiskimálaráðharri og uttanríkismálaráðharri komu allir upp í leikin, fyri at bjarga heilsuverkinum undan at kollapsa.

Hóast heilsuverkið hevur verið til reiðar til korona í drúgva tíð, (tað hildu vit í øllum førum), so máttu koronasjúku russisku sjómenninir fáast av landinum sum skjótast.

Hetta kundi ikki ganga nóg skjótt, og tí vóru boð send eftir serligari hernaðardeild úr Danmark, sum skuldi flyta russararnar til Ríkissjúkrahúsið.

Danir hava ikki sæð støðuna so álvarsama, og høvdu ymiskar umberingar fyri, hví teir ikki komu.

Landssjúkrahúsið hevði heldur ikki stundir at bíða, so russisku sjómenninir vóru beinanvegin fluttir til Danmarkar við Atlantsflog.

Føroyingar standa spyrjandi.

Er tað so livandi galið, at føroyska heilsuverkið ikki klárar at viðgera tveir koronasjúklingar, sum hava brúk fyri andingartóli?

Hvat hevur heilsuverkið fyrireikað í alla hesa tíðina, og hvat eru allir pengarnir, 10-tals milliónir, brúktir til?

Eru øll tey, sum framvegis bíða eftir at sleppa framat at fáa viðgerð, hildin fyri spott?

Øll eiga at vera takksom fyri, at korona ikki hevur gjørt meira um seg í Føroyum, og vit mugu fyri alt í verðini ansa væl eftir.

Tá heilsuverkið ikki klárar tveir koronasjúkar russarar, hevði illa staðið til, um farsóttin veruliga gjørdi um seg í Føroyum.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo