Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á fólkatingi: Í gjár kom fram, at ein greiður meiriluti av føroyingum taka undir við, at ein nýggjur lofteftirlitsradari verður settur upp í Føroyum.

Sama kanning vísir eisini, at meirilutin (58%) av teimum spurdu halda, at tað hevur stóran ella sera stóran týdning, at tað eru føroyskir myndugleikar heldur enn danskir, sum reka hann.

Kanningin vísir tó eisini, at tað bert er fjórði hvør, sum taka undir við, at føroyingar sjálvir gjalda fyri uppsetan og rakstur av radaranum, meðan 53% eru ímóti, at Føroyar sjálvar gjalda.

Meirilutin vil sostatt, at føroyskir myndugleikar sjálvir skulu reka radaran. Men ein meiriluti er samstundis ímóti at gjalda. Alt bendir tískil á, at meiningarnar um radaran flyta seg skjótt.

Í fjør vórðu 500 fólk spurd, um tey hildu, “at Føroyar skulu geva NATO ella USA loyvi at seta hernaðarligar radarar upp í Føroyum?”. Tá svaraðu bert smá 33% ja. Í februar í ár varð so aftur spurt “Skulu vit geva loyvi til, at ein hernaðarligur radari verður settur upp í Føroyum?”, og tá svaraðu 57% ja.

Í teimum flestu av hesum spurningunum er tað fimti hvør, sum sigur seg ikki vita. Allir spurningarnir verða tøkir á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi komandi dagarnar.

Óvissan í kanningini er upp til góð 3,5%. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo