Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Eftirlønaruppsparingin hjá føroyingum svarar til nærum 47% av BTÚ tilsamans i 2019, sí mynd 1. Tað er eitt vet undir miðalið fyri OECD londini, sum víst eru í myndini. Føroyar liggja sostatt ikki millum tey lond, ið hava hægstu eftirlønaruppsparingarnar; eitt nú var privata eftirlønaruppsparingin hjá donsku húsarhaldunum 220% av danska BTÚ í 2019.

Í 2020 var eftirlønaruppsparingin hjá føroyingunum í føroysku fíggjarstovnunum umleið 8 mia. kr. Av hesum er umleið helvtin longu skattað við inngjald, meðan hin helvtin verður skattað við útgjald. Harafturat eiga summir føroyingar eina privata eftirlønaruppsparing í donskum pensjónsfeløgum. Størsti parturin av eftirlønaruppsparingini í føroysku fíggjarstovnunum liggur í føroysku tryggingar- og pensjónsfeløgunum, meðan umleið ein fjórðingur stendur á eftirlønarkonti hjá fólki í føroysku bankunum.

Føroysku mannfólkini hava samanlagt eina størri eftirlønaruppsparing, enn kvinnurnar. Hetta kemur millum annað av, at mannfólkini eru fleiri í tali í mun til kvinnurnar í Føroyum. Í miðal høvdu tey 40 ára gomlu eina eftirlønaruppsparing á 175.000 kr. í 2020, meðan tey 50 ára gomlu høvdu eina eftirlønaruppsparing á 330.000 kr. í miðal, og tey 60 ára gomlu 450.000 kr. í miðal í føroysku fíggjarstovnunum í 2020.    

Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri fyrsta ársfjórðing 2021. Les meira her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo