Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Verðin bankar uppá. Men føroyingar práta um gongd í haga, sum Brynhild Thomsen so finurliga staðfesti í farnu viku.

Verðin bankar uppá. Men føroyingar spyrja ikki, hvør er har. Vit spyrja, hvat hevur tú við at bjóða mær?

Verðin bankar uppá. Vit barrikera hurðarnar.

Onkuntíð virkar tað sum, at føroyingurin ikki tímir at vera partur av so nógvum øðrum enn sær sjálvum. Møta vit fólki í útlondum fortelja vit fegin, at vit mín sann eru maritim stjórtjóð, ein gott túsund ára gomul sivilisatión mitt í heimsins nalva.

Møta vit útlendingum á gongugøtuni í Havn, gera vit teimum tó greitt:

Vit vilja helst bara vera í frið. Vit eru so fjarstødd. Vit skulu ikki blandast uppí tað, sum hendir í vandamiklu verðini.

Og hondina á hjartað, tað er kanska líka frægt, at so er. Tað var kanska betri, tá eingin visti, at Føroyar vóru til. Tá vit veruliga vóru unexplored. Tá vit bara fingu frið.

Tí vit siga, at vit kunnu taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum. Men útgangsstøðið er altíð, at vit skulu hava okkurt afturfyri. Sum barnið, ið skal hava lummapengar fyri at rudda kamarið. Sum handan typan, sum kemur tómhentur til hvørt eviga einasta ball og drekkur sum eitt svín.

Sannleikin er, at vit eru, uppá nógvar mátar, nokso ússalig:

Vit hava tað ússaligasta íkastið til menningarhjálp av øllum ríkum londum.

Vit vilja ikki bjóða fólki, sum flýggjar undan armóð og kríggi, friðskjól í okkara annars ógvuliga friðarliga landi.

Vit orka ikki at gera nakað við veðurlagsavbjóðingarnar, tí vit eru jú bert ein perla í havinum, eitt sindur av støvi í veldiga nalvanum.

Og vit ræðast so mangt. Í mjørkanum ræðast vit ljósið. Vit ræðast kvinnur, sum taka pláss og práta hart. Vit ræðast samkynd og at lata kvinnunum valdið yvir egnum kroppi. Vit ræðast samrøðuna, sum leggur okkara ræðslu út á blik, sammóðrina sum akkurát er blivin mamma. Vit ræðast smædnið, sum leggur hald á samrøðuna. Ræðast, at morgindagurin verður øðrvísi enn dagurin í dag.

Men heldur enn at bjóða óttanum av, barrikera vit hurðarnar.

Vit ganga túr í haganum og dyppa í sjónum. Vit snakka um at ganga túr í haganum og um hitapottar. Í ballunum snakka vit um heimsins nalva, um stór brøgd og at eiga nógvan sjógv.

Og kundu vit - bar tað kropsliga til - so gingu vit eisini túr í nalvanum á okkum sjálvum. Ella dyppaðu niður í okkara egna maga.

Tí har kann ein veruliga fáa frið, trygt og væl burturgoymdur frá øllum tí ónda uttanfyri hatta sjómarkið, okkum dámar so væl at práta um. Langt burturi frá ósemjum og avbjóðingum, sum onnur noyðast at taka støðu til.

Sum støvið í krókunum í einum gomlum, gloymdum húsum. Sum bjørnin, sum svevur ímillum øldir.

Jóan Pauli Dahl Jakobsen, nalvaskoðari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo